Nú landsstýrið heldur átti at brúkt sína tíð og orku uppá, at fáa enn betur tamarhald á smittustøðuni í Føroyum, og sett upp neyðugu trygdarnetini, fyri at lofta teimum, ið ikki fáa arbeitt vegna sóttarhald og tryggja arbeiðspláss ??? so arbeiðir samgongan heldur við donskum uppskoti, um at seta útlendska hernaðarstøð upp í Føroyum.
Í gjár kom fram, at hendan radarstøðin kemur av, at USA og Donald Trump hava trýst danskar politikarar, at fáa skil á ???síni landaøki??? í Arktis.
Føroya fólk er ikki eftirspurt. Løgtingið er ikki eftirspurt. Her er ongin virðing fyri fólkaræði, lógum og reglum.
Vit í Tjóðveldi vilja taka fult ræði á okkara landi og okkara loftrúmi. At vit sjálvi reka radaravirksemi úr Føroyum, sum kann gerast góð inntøkukelda og skapa nógv vitanarstørv og aðrar tænastur.
Okkara støða sum portur til Arktis er ikki ein orsøk til undirbrotligheit, og at lata onnur flyta okkum sum finna í talvi. Okkara støða er ein einastandandi møguleiki, til at taka egna ábyrgd og menna okkara land og tjóð.
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald