JN

Í royting á Slættanesi - myndir

...

2018-08-04 11:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í gjár vóru sandavágsmenn í royting á Slættanesi. Tað er nakað seint at fara í royting, men nýggj rætt er gjørd á Slættanesi, hon er ikki liðug fyrrenn nú, tí dróg tað so nógv út.

Alt gekk av tí allarbesta, dagurin royndist væl, tó fingu vit nakað av regni tann seinasta tíman.

Seyðurin var góður at royta og væl vær lambað - eins nóg lomb sum ærseyður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder