2020-11-09 19:34
Tað liggur eitt 10-mannafar við kei og bíðar eftir at verða mannað. Umfamt teir 10 rógvararnar skal róðursfólk finnast. Tit veljarar skulu manna farið.
Táið tað er mannað, skal kósin setast. Hvaðar ætla vit okkum; hvør er okkara hugmynd.
Hin vísi Sálomon kongur segði tað so væl, at ???við ongum hugsjónum villist fólki???. Hann visti at tað er neyðugt at hava langtíðarmál. Nelson Mandela segði ???Virksemi uttan hugmynd er tíðspilla. Hugmynd uttan virksemi er dagdroyming, men hugmynd við virksemi kann broyta heimin???.
Vit skulu spyrja okkum hvar vit ynskja at vera um 5, 10, 20 ár. Síðani skulu vit seta okkum deilmál, sum føra okkum stigvíst fram. Tað gera vit við at raðfesta.
Raðfesting
At stýra eini kommunu snýr seg um at seta mál og raðfesta. Síðani snýr tað seg um at samskipa, samstarva og samskifta.
Vit kunnu ikki gera alt og mugu viga fyri og í móti hesum ymiska. Tað gera vit við at spyrja Hvat er ???nice to have??? og hvat er ???need to have???, ynskiligt ella neyðugt. Tað neyðuga kemur fyrst, og so skulu vit spyrja hvør úrtøkan verður. Hetta er ein góð uppskrift uppá hvussu vit raðfesta væl.
Man samskipar tingini um hvat skal gerast, og man samstarvar um hvør skal gera hvat. Og so skal samskifti verða límið, sum bindur alt saman. Samskifta við allar áhugabólkarnar, starvsfólk, samstarvsfelagar, borgarar.
Kommunan er til fyri borgaran og vinnuna ??? ikki øvugt.
Eg vil fegin tæna borgarunum og vinnuni í kommununi.
Vilt tú hava meg umborð, kanst tú velja meg ímorgin. Ynskir tú at eg verði róðursmaður, kanst tú fáa onnur eisini at velja meg
Tað er lætt at velja rætt.
Set X við Heðin Poulsen á lista A
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald