JN

Í kirkju aftur

...

2020-05-15 08:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Komandi sunnudag, 17. mai verður aftur reglulig gudstænasta í kirkjum okkara sunnu og halgidagar kl. 11.00.

Vit lata varisliga upp, myndugleikarnir mæla til, at í mesta lagi 100 fólk koma saman til guðstænastuna og at fólk ikki sita ov tætt. Húski kunnu kortini sita saman.

Við atlitið at Covid-19 verða fólk biðin um at hava egnu sálmabók við. Ein annar møguleiki er at syngja úr sálmabókaappini á fartelefonini.

Hjartaliga vælkomin aftur í kirkju

Prestarnir og kirkjuráðini í Vága prestagjaldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder