2021-05-30 20:04

Sum flestum kunnugt vóru ikki nógvir hvalir hildnir til í Havn í gjár og í eina løtu frættist, at grindin ikki skuldi býtast til drápspartar.
Men við stórari vælvild frá sýslumanninum, grindaformonnunum og merkjarunum, sum allir høvdu frásagt sær sín eykapart, og frásigilsi av finningar hvali, kundi ein væl nøgdur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, staðfesta, at ellis og røktarheim fingu at kóka eins og drápspartarnir av grindini gjørdust 0,4 skinn, sum man sigast at verða ein góður grindapartur.
Ofta skal ikki nógv til fyri at metta eina stóra menniskja múgvu.
Stórt rós til øll, sum av vælvild frásøgdu sær sín sjálvsagda eykapart.
Skrivar Jóan Petur Joensen á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald