Vit skulu hava eina kollvelting í mátanum vit uppføra okkum kynsliga móti hvørjum øðrum. Vit skulu gera púra greitt, eisini í lógarverkinum, at uttan samtykki er talan um harðskap og neyðtøku. Tá vit fara yvir um mørkini hjá hvørjum ørðum er talan ikki longur um sex men um grov brotsverk. Tey brotsverkini skulu revsast tilsvarandi.
Nú hava vit endiliga fingið føroysk tøl fyri harðskap, harav eisini kynsligan harðskap. Tølini tala greitt, kynsligur harðskapur er ein stórur samfelagsligur trupulleiki. Nærum fjórði hvør føroyingur hevur verið fyri kynsligum harðskapi. Væl yvir ein av tíggju hevur verið fyri kynsligum harðskapi sum barn. Kanningin vísir, at tey ið eru fyri harðskapi í størri mun eru við skerdan lut tá tað snýr seg um atgongd til arbeiðsmarknaðin og frítíðarítriv. Kropsliga og sálarliga heilsustøðan er sum heild verri, og inntøkan lægri. Tað ávirkar langt inn í framtíðina hjá tí einstaka, tarnar teirra møguleikum og ger, at vit partvís missa týdningarmikla íkast teirra til samfelagið. Tað eiga vit at taka í stórum álvara.
Vit skulu gera alt vit kunnu fyri at lofta og stuðla teimum, ið eru fyri harðskapi. Men vit skulu eisini syrgja fyri, at børnini sum vaksa upp í dag ikki fara at fremja harðskap. Í dag er ongin námsætlan fyri seksualupplýsing í fólkaskúlanum. Tað er ikki nøktandi. Vit eiga at hava skipaðar og greiðar ætlanir fyri hvussu og hvat vit læra børnini um kynslív, samtykki og mørk. Og vit eiga at byrja tíðliga. Tað er ein avgerandi táttur í at flyta okkum frá einum samfelag, har 4. hvør er fyri kynsligum harðskapi, til eitt samfelag har ongin er fyri kynsligari kúðan. Latið okkum, politikarar, skúlar, felagsskapir, foreldur og grannaløg, siga í felag: Í dag venda vit gongdini.
Vit kenna øll onkran, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi. #Metoo rørslan, ið er farin á rull fyri nú fleiri árum síðan í Hollywood, øðrum londum í Evropa og síðsta árið eisini í Danmark, rakar ikki Føroyar í sama máta sum onnur lond. Vit vita nógv um hvønn annan, men ongin okkara torir at traðka fram og siga til um kynsligan harðskap, eins og vit hava sæð tað aðrastaðni. Tað fær ikki fylgjur fyri fólk í valdsmiklum støðum her hjá okkum. Í Føroyum er tað almenn vitan sum slatur, men ikki alment. Vit liva í einum lítlum samfelag, tað krevur nógv at stíga fram. Kynsligur ágangur í heila tikið er ikki nakað vit snakka nógv um, í øllum førum ikki alment, tó at frágreiðingarnar á dulnevndu heimasíðuni www.metooforoyar.com eru nógvar og ógvusligar. Broyting skal til, og broyting er ikki altíð tespilig. Men ikki at gera nakað er dýrari í allar mátar fyri fólk og samfelag, enn at lata standa til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald