2021-04-19 20:41

Snjógæs eru sjáldsamar um okkara leiðir, tað verða nakrar fáar frá boðaðar á hvørjum ári í granna londunum.
Snjógæs sum vit síggja um okkara leiðir eru sum oftast hvítar við svørtum ytruflogfjagrum.
Men Snjógæs kunnu eisini verða blágráðar við hvítum høvdi, tær eru tó nógv sjáldsamari at síggja um okkara leiðir.
Snjógæs eiga langt í ein landnorðing um Wrangler leiðina í Sibiria og í Norður Amerika.
Sum oftast síggjast einkultir fuglar saman við Bramgásum, Grágásum ella Korngásum í flyti tíðuni, at síggja tvær saman er meira sjáldsamt.
Orð og myndir: Rodmund á Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald