2021-05-18 13:25
Hóskvøldið skipar Havnar Framburðsfelag fyri almennum fundi, har bústaðartrupulleikin verður viðgjørdur.
Fundurin verður hildin hóskvøldið 20. mai 2021 kl. 19.30 á Finsen.
Eftirspurningurin eftir nýggjum bústøðum er vaksandi.
Tað gerst truplari og truplari hjá ungum fólki at fáa tak yvir høvdið.
Hvussu sleppa vit av við bústaðarneyðina?
Skal tað almenna loysa bústaðartrupulleikan, ella er hetta ein privat uppgáva?
Er bústaðarpakkin, sum sitandi samgonga hevur samtykt, nøktandi?
Við pallborðið sita:
Annika Olsen, løgtings- og býráðslimur
Birgir Nielsen, býráðslimur
Christian Andreasen, løgtingslimur
Selmar Nielsen, arkitektur
Gordon Rajani, stjóri fyri MARK
Aftaná stutt innlegg verður orðaskifti og høvi at seta spurningar.
Havnar Framburðsfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald