Politikkur

Hvussu nógv áhugamál kann ein politikari hava í senn

...

2021-10-01 16:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvussu nógv áhugamál kann ein politikari hava í senn?


Ráðgevin, sakførarin, politikarin, forsetin, formaðurin, fráboðarin og nevndarformaðurin er við í øllum, men kennir ikki til nakað.
Fólk, ið hava gongd í nógvum virksemi í Føroyum, lýsa vit ofta sum arbeiðssom. Vit siga: Ja, hann fær nógv av skafti. Hevur hon fleiri tímar í døgninum enn vit onnur? Hann hevur nógv jørn í eldinum. Tað er flott. Tað er positivt.
Hinvegin hoyra vit sjáldan, at vit skulu ikki blanda alt saman. At tað er best at halda tingini atskild. At í einum so lítlum samfelagi sum okkara, er lætt at áhugamálini renna saman og skapa interessukonfliktir. At viðkomandi er ógegnigur.
Í einum stað, har øll kenna øll, mugu vit, um nakrastaðni, hava avmarkingar fyri, hvussu nógv áhugamál kunnu rúmast í einum og sama fólkavalda persóni.
Tað burdi staðið við stórum stavum og allar ávaringarklokkur burdu ringt, tá mann viðger kvotur sum ráðgevi hjá einum umsøkjara og er samstundis tingbólkaformaður hjá landsstýrismanninum, sum býtir kvoturnar út. Tað er óansæð, hvør politikarin er.
Tað skuldi eisini verið krav, at eitt av størvunum skal strikast, tá tú ert sakførari hjá størstu fyritøkunum í landinum og samstundis hevur stórt politiskt vald sum politikari í samgongu.
Hetta snýr seg ikki um at vera arbeiðssamur ella at hava nógv jørn í eldinum. Tað snýr seg bara um nakað so simpult sum at hava álit á fólkavaldum politikarum. Tað er tað, ið er upp á spæl.
Tað er upp til veljaran, er ofta svarið til atfinningarnar. Ja, tað er tað eisini, men vit mugu hava okkurt slag av marki fyri, hvussu nógv áhugamál ein politikari kann hava í senn. Annars er tað heilt einfalt ov trupult fyri vanliga borgaran at gjøgnumskoða.

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder