2018-08-01 15:52
At val er í hondum kennist á øllum brøgdum, nú landsstýrið er farið at egna við ókeypis ferðing fyri tey sum eru so fitt at seta bilin eftir á keiini.
Samferðsla kostar.
Samferðslan í Føroyum kostar meiri enn vit geva henni úr landskassanum í dag.
Spurningurin er so hvør skal gjalda fyri at fólkið í samfelagnum skal hava møguleikan at flyta seg.
Vegakervið á landi, víðlíkahald, asfalt, nýggjar tunlar o.a, betala allir føroyingar gjøgnum skattin.
Flúgving og sigling oyggjanna millum, og ferðing ígjøgnum undirsjóvartunlarnar betala allir føroyingar gjøgnum skattin ein part av, og restin verður fíggjað við brúkaragjaldi.
Ár um ár hoyra vit harmaljóð frá stjóranum á Landsverk um at okkara kosnu ikki vilja játta nokk av pengum, so at meiri verður at halda vegakervið viðlíka fyri.
Ár um ár hoyra vit harmaljóð frá stjóranum á SSL um at okkara kosnu ikki vilja játta nokk av pengum, so at avloysaraskip kann finnast til svikaligu, niðurslitnu, tussagomlu ferjurnar her á landi.
Fyri ikki at tala um endaleysa harmaljóðið frá útoyggjabúgvum, sum hava trupulleikarnar av sjúku skipanini vit hava í dag.
Og so halta vit bara víðari.
Í staðin fyri at skurðviðgera sjúklingin fyri at fáa hann frískan, medisinera vit hann so at hann haltar víðari eina tíð, í vónini at okkurt okkum nú ókent, kemur at bjarga honum seinni. Alt meðan fólkatalið á hesum støðum er fyri hóttafalli.
Hvat er so til ráða at taka?
Um partafelagið sum í dag gerð tunnil undir Tangafirði og Skopunarfirði skuldi fingið allar sínar 2,4 mia kr av løgtingsfíggjarlógini so var hendan verkætlanin ikki komin í eyga enn, og tað sama verður galdandi fyri ein komandi Suðuroyartunnil. Einasti møguleiki at fremja eina so stóra verkætlan er við at hava okkurt at seta í veð sum kann geva eina lagaliga fígging, og tá er ferðslan eftir vegunum í Føroyum eitt framúr veð.
Hendan veruleika kenna tey flestu til sum hava virkað í politisku skipanini, og sum vilja hesa verkætlan.
Samferðsla er ein av súlunum, sum gerð at vit kunnu kalla okkum eitt samlað land. Sama samferðsla er eisini ein av súlunum undir øllum øðrum tænastum í landinum, tí gjøldini ið fella í landskassan frá samferðslu, MVG av bilum, oljuavgjald, vektgjald, skrásetingargjald o.m.a, er størri enn landskassin brúkar uppá samferðslu í okkara landi.
Vit eiga tí sum skjótast at fáa lagt alla samferðslu í landi okkara út um løgtingsfíggjarlógina, í eitt felag eftir sama leisti sum vit kenna frá undirsjóvartunlunum.
Felagið skal fíggjast av parti av inntøkunum sum longu fella í landskassan í dag frá samferðslu, og partvís frá brúkaragjøldum.
Felagið skal hava allan rakstur og alla nýgerð av vegum, skipum og tunlum undir sær. Politiska skipaninin skal við síni ávirkan avgera hvat skal gerast fyrst og síðst, og felagið skal hava heimild at taka tað inn í brúkaragjaldi sum hetta kostar.
Verður hetta leisturin sum valdur verður framyvir, er koyrandi til Suðuroyar og nýggjar hóskandi ferjur røkja siglingina til útoyggjar okkara innan 10 ár eru liðin.
Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald