HVUSSU ??TLAR LANDSSTÝRIÐ AT BYRGJA FYRI NÝGGJARI SMITTU?
Í løtuni er stórur ótti fyri, at smitta verður innflutt til landið umvegis flogvøllin ella skipaferðslu. Samfelagið er við at lata uppaftur, og nú summarið nærkast kann mann kanska vænta fleiri ferðafólk úr Danmark, ið ætla sær higar at ferðast.
Spurningurin er tí, hvussu vit á bestan hátt tryggja, at smitta ikki verður innflutt til Føroyar. Tí hevur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sett løgmanni fyrispurning um hetta.
Ítøkiliga spyr hon um, hvussu landsstýrið ætlar at fyribyrgja, at smitta kemur inn í landið, og um ætlanin er at kanna fólk fyri koronasmittu, tá ið tey koma til Føroyar.
Tað hevur á mangan hátt gingið væl, at basa koronasmittuni í Føroyum. Nógv eru kannað, og nógv hava sitið í sóttarhaldi. Hetta hevur gjørt tað møguligt at fylgja smittuketunum og at fyribyrgja, at smittan spjaðist. Hendan góða gongdin má halda áfram.
???Tað týdningarmesta nú, er at fyribyrjga, at smittan kemur inn í landið??? Sigur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald