Hvørjum heimi livir Tjóðveldi í?
Leygardagin setti eg meg við áhuga at lurta eftir formansrøðuni, sum Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, helt á flokstinginum í Hósvík. Røðan varð stroymd beinleiðis á internetinum.
Eg roknaði við, at formansrøðan fór at siga frá onkrum áhugaverdum viðvíkjandi uppskotinum um nýggja fiskivinnuskipan, men har kom einki nýtt fram ??? tvørturímóti. Høgni gjørdi púra greitt, at tíðin sum uppskotið hevur verið til hoyringar, hevur ikki fingið hann at víkja ein tumma frá upprunaligu ætlanini, og tingfólkini fingu heldur ikki langar teymar til at víkja frá settu kósini. Tey skulu atkvøða fyri uppskotinum, sum tað nú liggur.
Peika sosialistiska vegin
Høgni Hoydal segði í røðuni, at støðan nú er nakað tann sama, sum hon var fyri 100 árum síðani, tá 10 prosent av fólkinum áttu meira enn hini 90 prosentini áttu tilsamans. Tað sá hann sum ein trupulleika, ið vit áttu at gera nakað við.
Eisini formaðurin í aðalstjórnini í Tjóðveldi, Petur í Gong, er endurgivin í miðlunum fyri at hava víst á sama trupulleikan. Hann kundi ynskt sær, at vit áttu fleiri góðar fólksins sosialistar í Føroyum ??? ???kanska ein sum Che!??? skal hann hava sagt, við tilvísing til kommunistisku loysnina á Kuba sum fyrimynd fyri Føroyar.
??ll blivu ríkari
Men hvørjir vóru hesir ríkmenninir, sum fyri 100 árum síðani áttu líka nógv sum restin av føroyska fólkinum tilsamans? Føroyingar høvdu tá livað í bóndasmafelagnum í øldir. Landið hevði einahandil, bátsband og aðrar bindingar, sum forðaðu menningini av samfelagnum. Men hetta broyttist, tá samfelagið flutti seg yvir í slupptíðina.
Rætt er tað, at teir sum áttu handlar og skip blivu ríkir, men orsaka av teirra virksemi og ríkidømi bleiv vanligi føroyingurin eisini nógv ríkari, og flestu keypmenninir vóru ikki múgvandi menn, tá teir vórðu lagdir í grøvina. Tað gekk upp og tað gekk eisini niður hjá teimum, men teir fingu broytt samfelagið, og hesum fekk øll tjóðin gangn av.
Og júst hetta er drívmegin í einum samfelag, sum byggir á fríu marknaðarkreftirnar. Møguleikin at vinna nøkur eyka oyru við dugnaskapi, skal fáa fólk at skapa nakað meira. Men nú skilji eg, at Tjóðveldi við reglunum um ???antitrust??? vil gera Føroyar til eitt planstýrt sosialistiskt samfelag, har eingin má eiga meira enn nakar annar.
Nógv er broytt
Samfelagið í dag er ikki sum tað var fyri 100 árum síðani. Vit hava fingið ein almennan arbeiðsmarkna, sum er livibreyð hjá mongum fólkum serliga í Suðurstreymoy. Men soleiðis er ikki allastaðni í landinum. Í stórum parti av Føroyalandi eru fá almenn arbeiðspláss, og fólkið á hesum støðum livir av tí, sum ???tey ríku??? skapa. Hetta skilja fakfeløgini á hesum plássum, og tí hava tey ávarað ímóti ætlanini hjá landsstýrinum. Men formaðurin í aðalstjórn Tjóðveldis kallar hetta ???Stockholmsyndromið??? (uppkallað eftir gíslum, sum fóru í part við ránsmonnunum, ið høvdu rænt teir). - Vorðið sum mynd at brúka á fundi hjá einum flokki, ið tosar um at ???standa á egnum beinum???. Tey sum skapa nakað í Føroyum verða samanborin við ránsmenn, og arbeiðsfólk teirra eru gíslar.
Kvøldið fyri sum hesi orðini fullu á flokstingi hjá Tjóðveldi, boðaði meirilutin í Tórshavnar Býráð (har Tjóðveldi er størsti flokkur) frá, at meirilutin kann ikki góðtaka, at løgtingið ætlar at flyta almennar stovnar og harvið arbeiðspláss úr høvuðsstaðnum. Og dagin eftir flokstingið boðar borgarstjórin í Havn frá, at nú skal flogvøllur gerast á Glyvursnesi. Tað merkir, at eitt av stóru almennu arbeiðsplássunum uttanfyri høvuðsstaðin skal flytast til Havnar.
Eg skilji væl, at eitt býráð roynir at verja áhugamálini innanfyri sín egna bøgarð, men okkurt skulu fólk gera uttanfyri henda sama bøgarðin. Tað ber ikki til at steingja privatu arbeiðsplássini úti um landið og samtíðis halda fast við, at øll almenn arbeiðspláss skulu vera í Havn. Sjálvur havi eg als ikki ilt av, at flestu almennu arbeiðsplássini eru í Havn, men tað krevur, at nógv privat arbeiðspláss eru aðrastaðni í landinum.
Verani fiskivinnuskipan hevur tørv á ábótum, men ???antitrust??? er ikki rætta loysnin.
Helgi Abrahamsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald