Hetta verður kannað í ph.d-verkætlan á Føroyamálsdeildini, sum Sissal M. Rasmussen stendur fyri.
??tlanin er at fáa yvirlit yvir, hvussu føroysk børn mennast málsliga og í hesum sambandi fáa øll foreldur, sum eiga børn, sum eru millum 8 mánaðir og 36 mánaðir og búgva í Føroyum, eitt spurnarblað sendandi í næstu viku.
Spurnarblaðið, sum er umsett og tillagað til føroysk viðurskifti, kallast MacArthur-Bates Communicative Development Inventory (CDI). Eitt spurnarblað er til tey smærru børnini, sum kallastOrð og keipurog eitt til tey størru børnini, sum kallastOrð og setningar. Við støði í hesum ber til at gera eina empiriskt grundaða lýsing av, hvussu føroysk børn mennast málsliga. CDI verður brúkt í nógvum øðrum londum og við hesum fer at bera til at samanbera málmenning hjá føroyskum børnum og børnum í øðrum londum.
Fyrra innsavningarumfar var í juni í fjør. Tá var luttøkan framúr góð og nú 2. umfar av innsavningini fer í gongd, er tað við vónini um, at foreldrini fara at vísa somu vælvild hesa ferð.
Til ber at lesa meira um kanninginaher
Verkætlanin hjá Sissal M. Rasmussen verður lutvíst fíggjað úr Granskinagrgrunnium. Les um verkætlaninia íStuðulsyvirlitinum
Kelda: setur.fo
JN
Hvørji eru fyrstu orðini føroysk børn duga at siga
...
2014-03-18 03:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald