Vinna

Hvørjar tryggingar eiga øll at hava? Tiltak í Sandavági í kvøld

...

2020-02-20 15:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Hvørjar tryggingar eiga øll at hava? Tiltak í Sandavági í kvøld.

Tryggingar eru fyri tey flestu eitt sindur fløkjasligar ??? og tí er áhugin eisini lítil. Hetta merkir, at nógv eru ov illa tryggjað.

Vit hava savnað ta mest neyðugu kunningina til tín, so tú onki nýtist at hugsa um. Bert at møta upp. Við stuttum og løttum framløgum koma vit runt um tær mest viðkomandi tryggingarnar.

Bráðfeingis tannhjálp

Tannlækni kemur at greiða frá, hvussu tú skalt bera teg at, um tú ella eitt barn fær tannskaða.

Tónleikur og ábit

Vit bjóða til eitt hugnaligt kvøld á Fiskastykkinum í Sandavági við livandi tónleikur við Sámali Ravnsfjall og onkrum søtum til góman.

Vinn

Gávubræv frá Atlantic Airways.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin

Tíð:Hóskvøldið 20. februar kl. 19
Stað:Fiskastykkið, Sandavágur

Tiltakið er sera hent og viðkomandi fyri øll, og tað er ikki bert fyri Trygd kundar, men fyri øll. Vit vilja varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er at vera rætt tryggjaður, áðrenn nakað hendir. Tað er tíverri for ofta, at fólk fyrst tá ið tey hava tørv á tryggingini, at tey finna út av, at tey eru ov illa tryggjað. Eisini kemur ein tannlækni at greiða frá, hvussu man skal bera seg at um man sjálvur ella eitt barn fær bráfeingis tannskaða.


Vit hava eisini lært av royndum, at tey flestu halda, at tryggingar eru eitt sindur fløkjasligar ??? og tí er áhugin eisini lítil. Hetta merkir, sum sagt, at nógv eru ov illa tryggjað. Tí hava vit savnað ta mest neyðugu kunningina í kvøld, so man onki nýtist at hugsa um. Bert at møta upp á Fiskastykkinum til eitt hugnaligt kvøld við lekkrum køkum og góðum tónum frá Sámali Ravnsfjall.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder