Politikkur

Hvør tekur sær av heimleysum í Føroyum

...

2021-03-04 16:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvør tekur sær av heimleysum í Føroyum?


Hvønn vendir mann sær til, um ein gerst heimleysur?

Í Føroyum er ongin myndugleiki, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av heimleysum. Heimleys eru sostatt ikki bert heimleys, tey eru eisini heimleys í tann mun, at tey ikki veruliga hava nakran myndugleika at venda sær til um hjálp.

Hetta skulu vit broyta heldur Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Vit mugu hava ein myndugleika, ið kann hjálpa teimum, ið enda á gøtuni, sigur hon, og tí hevur hon lagt uppskot fyri tingið, um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum og um at gera eina ætlan fyri at basa heimloysi í Føroyum.

Fyri tveimum døgum síðani var innslag í Degi & Viku, ið greitt vísti á, hvussu óvirðilig støðan gerst, tá ongin hevur ábyrgdina av heimleysum. Innslagið vísti, at summi stranda á sjúkrahúsunum, har ein sjúkrahússong og eitt borð gerast heim teirra.

??? ???Álvaratos, tað er ikki í lagi! Hvat er tað fyri samfelag, ið ikki tekur sær av viðbreknastu menniskjunum. Tey á sjúkrahúsinum eru als ikki tey einastu, summi búgva av náði hjá familju, vinum ella kenningum. Støðan er als ikki virðilig, og vit mugu gera nógv meir fyri at basa heimloysi í Føroyum og tryggja øllum ein góðan bústað.

Hervør legði líknandi uppskot fram fyri einum ári síðani. Tað uppskotið bleiv felt av samgonguni, tí sagt var, at landsstýrið arbeiddi við bústaðarpakka. Nú er hesin sokallaði bústaðarpakkin komin, men hann ger onki við júst hendan trupuleikan.

??? ???Eg fari at royna mítt ítarsta, fyri at fáa hetta samtykt. Um tað fellur umaftur, ja so royni eg eisini aftur. Hendan støðan er so álvarsom og óvirðilig. Her má okkurt gerast, og eg gevist ikki.???

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder