Føroysk hús, jørð og lendi liggja víðopin fyri útlendingum at keypa. Tí hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri tingið, um at forða útlendingum at keypa hús og jørð undir seg í Føroyum.
Ognarmeklarir hava upplýst, at útlendski áhugin fyri fastogn í Føroyum er vaksandi og alsamt meira ítøkiligur. Í onkrari bygd hevur útlendingur keypt fleiri hús. Eisini eru hús seld á útoyggj, uttan at keyparin yvirhøvur hevur sæð ognina.
Hetta ger, at møguleikarnir hjá fólki her, at útvega sær bústað fyri rímiligan kostnað verður tikin burtur.
Í Íslandi og aðrastaðni sæst hetta væl aftur. ??tlendingar hava fríar teymar, at keypa sær hús, íbúðir og jørð og gera tað í so stóran mun, at húsaprísirnir kunnu vaksa 20% ár um ár.
Tí vilja vit hava, at treytir verða settar fyri at eiga jørð og bústað í Føroyum. Tað kundi verið:
- At persónur hevur búð og verið skattskyldugur í Føroyum ítvey ár
- At persónur hevur búð og verið skattskyldugur í Føroyum í tilsamans 5 ár
Okkara grannalond hava eisini undantaksreglur sum til dømis:
- At loyvi kann gevast til fólk, ið kunnu prógva eitt serligt tilknýti til Føroyar
Sum hendan samgongan arbeiðir kann mann spyrja: ???er alt til sølu, bara mann fær rætta prísin? er onki heilagt???? Nú gjørligt verður, at spekulera í okkara fiskiríkidømi, hjá bæði føroyingum og útlendingum, so er skjótt at hesi ovurstóru virði, ið eru givin teimum fáu, kunnu keypa alt undir seg í Føroyum.
Avleiðingarnar kunnu tá gerast sera stórar ??? bæði á størri sum á smærri plássum kring alt landið.
Sum Høgni Hoydal, formaður, segði herfyri: ???Vit kunnu skjótt gerast eygleiðarar í egnum sjógvi og húskallar í egnum landi.???
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald