Politikkur

Hvør flytir nú fokus

...

2018-08-07 13:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sannleikin illa lýddur, soleiðis fyrikemur mær, nú Jógvan Skorheim leypir úr stólinum, sigur meg siga ósatt, og at eg enntá spreiði lygnir. Somuleiðis flytir hann fokus, heldur enn at afturvísa tað eg havi skrivað. Í grein míni endurgav eg nakað av tí hann áður hevur sagt, og vísti á avleiðingarnar av avgerðunum flokkur hansara hevur tikið, sum førdi við sær, at tilbar at fáa fiskivinnunýskipanina ígjøgnum. Eg nevndi ongastaðni, at formaðurin í Sjálvstýri hevði tikið undir við sjálvari fiskivinnunýskipanini

Eg skilji væl, at tað er trupult at sita í báðum sessum, tí góðar avgerðir í eina sessinum, kunnu hava keðiligar ella fatalar avleiðingar fyri hin sessin. Tí havi eg ongantíð verið í iva um, at vit eiga at hava eitt skott ímillum býráðs- og landspolitikk. Ikki minst nú, so nógv øki eru løgd til kommunurnar at umsita, og politikkarar tíðum koma í tvístøður. At borgarstjórin sjónliga er illa heitin, er onki at siga til, nú vit síggja ávirkanina hesin politikkur hevur fyri Norðoyggjar, síðani fiskivinnunýskipanin varð samtykt.

Stuðlandi sitandi landsstýrissamgongu, gjørdi Sjálvstýri sum andstøðuflokkur semju um fíggjarlógaruppskotið fyri 2018, áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið. Eitt fíggjarlógaruppskot, har inntøkursíðan m. a. byggir á nýggju fiskivinnunýskipanina.

Miðbýurin

Tá ið borgarstjórin nú dregur miðbýarætlanina inn í kjakið, so vita øll, sum hava fylgt bara eitt lítið sindur við, at hetta ongantíð hevur verið eitt samgongu- ella andstøðumál, men alla tíðina eitt samt býráð, ið hevur tikið undir við málinum og sum vit øll kunnu fegnast um.

Arbeiði við miðbýarætlanini hevur strekt seg yvir nógv ár og hevur kravt sína búningartíð. Alt fyrireikandi arbeiði í sambandi við hesa endaligu miðbýarætlanina varð lagt til rættis, áðrenn býráðssamgongan í 2013 tók við, hetta undir leiðslu av Fólkaflokkinum, meðan eg var borgarstjóri. Somuleiðis gjørdi fíggjarpolitikkurin Fólkaflokkurin tá legði fyri dagin, tað møguligt, saman við ovurhonds vaksandi inntøkunum hjá kommununi seinastu 5-6 árini, at seta ferð á miðbýarbyggingina.

Heldur enn at skjóta eftir Fólkaflokkinum, og kalla flokkin fyri ein flokk sum bara situr í minniluta og grenjar, so hevði tað klætt borgarstjóranum at víst á góða samstarvið, sum verið hevur í teimum flestu málunum. Vit hava sum minniluti alla tíðina arbeitt konstruktivt, og hava tikið undir við mesta parti av førda býráðspolitikkinum. Treyðugt so, verða altíð mál, ið semja ikki fæst um.

Mín greiða meining er, at ein borgarstjóri eigur at liggja á einum hægri støði, enn at siga at politisk mótstøðufólk spreiða lygnir, tí tey vísa á nøkur politisk mál, ið semja ikki er um. Hetta er nú ikki fyrstu ferð borgarstjórin sigur um meg og onnur ið hava ein aðra meining, at vit lúgva. Hetta kann skjótt gerast ein vani, kom heldur við undirbygdum grundgevingum fyri tíni søk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder