Politikkur

Hvør eigur ábyrgdina av heimleysum í Føroyum

...

2020-04-21 19:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag var fyrsta viðgerð av uppskotinum hjá Hervør Pálsdóttir, um at áseta, hvør hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum.

Tað er einki nýttí, at bústaðarneyðin í Føroyum er stór. Fleiri liva í konstantumótryggleika, tí tey ikki hava fast tak yvir høvdið, men í Føroyum hava vit onga lóg um heimleys, eins og tey hava aðrastaðni. Hetta ger tað trupult hjá heimleysum, at søkja sær hjálp, tí har er ongin myndugleiki at venda sær til.

Føroyar eru eitt ov ríkt land til, at vit ikki kunnu veita heimleysum nøktandi hjálp. Føroyar eru nóg ríkar, til at ongin eigur at vera heimleysur. Ein tryggur og góður bústaður er ein mannarættur, og tað mugu vit viðurkenna.

-???Grundtankin má vera, at í Føroyum skulu øll hava ein góðan bústað og vit saman mugu hjálpa teimum, ið standa uttan tak yvir høvdið??? sigur Hervør Pálsdóttir.

Taðhevur stóran týdning fyri børn, at tey hava eitt trygt og gott heim at vaksa upp í. Til taðkrevst ein góður bústaður og tað skylda vit okkara borgarum, at taka í álvara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder