JN

Hvør dugur best at byggja eitt sandslott

...

2020-04-23 12:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er sera gott veður, og bæði í Miðvági og í Sandavági er stórur sandur inni á vágni.

Í dag 23. apríl frá kl. 14:00 til 17:00 ynskir Vága kommuna at bjóða øllum børnunum í kommununi at koma oman á sandin at byggja sandslott. Talan er sjálvandi um sandin í bæði Miðvági og Sandavági. Vit fara at hugna okkum saman í frástøðu!

Børnini mugu taka spannir, spakar og leikur at byggja slottini við.

Listafólk í kommununi fara at kjósa vakrastu og mest kreativu slottini og vinnararnir fáa eina gávu frá kommununi.

Tað er gott pláss á sandinum, men tað hevur týdning at vit halda frástøðu og verja okkum fyri smittuvanda. Hugsi um hvat øki tit velja tykkum so pláss verður fyri fleiri.

Kommunan setir grillir upp við Gamla skúla í Miðvági og á Sondum í Sandavági, har man kann hava mat við sjálvur at grilla.

FK í Miðvági bjóðar sunkist á sandinum.

Vælkomin at taka myndir og deila á instagram #fittligt og #sandslott.

Tað verður fittligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder