Í morgin er aftur lottarí við okkara høðusvinnu
Tað gevur als onga meining at skipini skulu keypa tað øktu kvotuna fyri 2019. Latið skipini hava hettar at styrkja seg fíggjarliga við. Flotin hevur havt nógv soltin ár.
Vunnin rættindi hjá línuflotanum yvir nógv ár.
Tað er ikki meira enn rímuligt at línuskip, sum í nógv Harrans ár vóru á Flemickap og vunnu føroyingum rættindi, fáa kvotuna har yvuri, eisini tá kvotan hækkar sum nú. Tað gongur altíð upp og niður innan fiskivinnu, eisin hvat kvotum viðvíkur.
Ongin skuldi gjalda fyrr enn fiska var bleiv sagt av Samgonguni
Tað bleiv sagt tá Samgongan tosaði um uppboðssølu, at eingin skuldi gjalda fyrr enn aftaná at fiska var. Nú sigur sama Samgongan at bankatrygd skal stillast fyri at kunna bjóða.Bert boð, sum hava bankatrygd fyri rindan, verða góðtikin
Fær Samgongan ongantíð nokk av inntøkum frá høðusvinnuni?
Fiskivinnan veit ongantíð hvat bíðar fyri framman. Tað er sera trupult at planleggja nakað sum helst fram í tíðina. Nógvir spruningar hópa seg upp, t.d,
Far man meira kvotu?, hvat kostar kvotan?, hvussu verður framyvir?
Skapimøguleikar heldur enn forðingar
Gevið heldur okkara høðusvinnu enn betri karmar av virka undir og ikki alla tíðina seta forðingar fyri teirri vinnu, sum í øldir hevur átt lívið í føroyingum og skapt grundarlg fyri, at tað hevur verið møguligt at búleikast á hesum klettum.
Edva Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald