Politikkur

Hví skal Húsalánsgrunnurin brótast niður

...

2021-05-07 10:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tjóðveldi fer ikki tigandi at hyggja at, meðan samgongan eisini brýtur Húsalánsgrunnin ??? nú Bústaðir ??? niður. Havi tí sett landsstýriskvinnuni henda fyrispurning, har eg krevji svar um, hvat gongur fyri seg, og hvørjar avleiðingar tað fær

Sitandi samgonga heldur tað vera eitt bragd at bróta tað niður, sum tað tekur fleiri ættarlið at byggja upp. Eftir metstuttari tíð hava tey megnað at brotið so mangt niður og kasta alla ábyrgd fyri tjóð, landi og tí vanliga fólkinum í Føroyum fyri borð. Og ístaðin lata seráhugamál, sterkastu pengakreftirnar og Danmark eiga avgerðirnar.

Nýggjasta álopið er niðurbrótingin av Húsalánsgrunninum ??? nú Bústaðir. Hetta er hjartabarnið hjá Tjóðveldisflokkinum, sum flokkurin fekk stovnað í 1964. Húsalánsgrunnurin hevur øll hesi árini tryggjað, at vanligi føroyingurin og fólk við serligum tørvi, hava kunnað sett føtur undir egið borð, og ikki bara vórðu latin upp fyri skutil til húsa- og ognarspekulantar, so sum støðan var áðrenn Húsalánsgrunnin.

Men samgongan hevur nú samtykt, at hesin almenni grunnur fyri vanliga fólkið í Føroyum, sum vanligi føroyingurin hevur goldið inn til, skal brúkast sum almennur stuðul til íbúðarspekulantar og avkast teirra. Nevndin er broytt, og samgongufólk hava valt ???síni??? fólk í nevndina.

Alt er longu farið í fullkomnan ruðuleika, har roynt verður at roykja stjóran og tey dugnaligu starvsfólkini út úr stovninum.

Landsstýrisfólk hava annars skyldu at taka sakligar, grundgivnar og skjalfestar avgerðir.

Tí havi eg sett landsstýriskvinnuni henda fyrispurning:

  1. Hvør gjørdi í hvørjum einstøkum føri tilmælið um at velja teir nývaldu limirnar í víðkaðu nevndini fyri Bústaðir ??? var tað umsitingin, landsstýriskvinnan sjálv, ella annar persónur ella instansur (til dømis tingfólk ella landsstýrisfólk í samgonguni)?
  2. Hvørjar vóru tær ítøkiligu og sakligu grundgevingarnar fyri at velja teir nýggju stýrislimirnar, og hvussu eru tær skjalfestar?
  3. Hvør gjørdi tilmælið til at skifta tann undansitandi stýrisformannin út, og hvussu er tað grundgivið og skjalfest?
  4. Var tað landsstýriskvinnan, sum ynskti, at nýggi formaðurin skuldi vera umboðið úr hennara egnu fyrisiting?
  5. Var nakað frámælið gjørt um ymsu persónarnar, ið eru valdir/frávaldir, og hvussu er tað skjalfest og grundgivið sambært fyrisitingarlógini?
  6. Kann landsstýriskvinnan vátta ella avsanna ákærurnar frá einum av nývaldu stýrislimunum um, at Bústaðir hava fyrisitið ímóti lógini og kunngerðunum fyri Bústaðir ??? og hvat hevur hon gjørt við hesar ákærur?
  7. Um so er, at ákærurnar eru rættar, hvørjar avleiðingar fær tað?
  8. Um so er ákærurnar eru falskar, hvørjar avleiðingar fær tað?

Høgni Hoydal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder