Politikkur

Hví skal Føroya Tele sundurskiljast

...

2020-09-05 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hví skal Føroya Tele pettast sundur?

Hví skal Føroya Tele, sum við dyggum førleikum og fakligari styrki hevur tryggjað føroyingum eitt net í heimsflokki, pettast sundur? Hvør fer at gjalda prísin fyri førda vinnupolitikkin hjá landsstýrinum?

Toppleiðslan í Føroya Tele hevur nú lagt frá sær í protest ímóti, at landsstýrið er farið undir at niðurlaga Føroya Tele. Ein leiðsla kann sjálvandi ikki góðtaka at verða tikin av ræði, og enn minni at noyðast at ganga á odda fyri at bróta niður tað, tey eru sett at byggja upp. Føroya Tele ??? sum longu fyri árum síðani varð skilt sundur, so kaðalnetini liggja í egnum partafelag ??? skal nú av álvara pettast sundur.

Tað ljóðar so meinaleyst, at skilja netið ognarliga frá Føroya Tele, men tað merkir í veruleikanum at niðurlaga eindirnar í moðurfelagnum, tí eittnú er farnetið sameindur partur av FT Samskifti, eins og privata fyritøkan Hey(Nema) eisini hevur sítt farnet.

Tað verður sagt, at sundurskiljingin skal gerast fyri at tryggja kapping, men tað varð longu gjørt, tá deildirnar í Føroya Tele vórðu løgd í sjálvstøðug partafeløg. Riggar kappingin ikki nóg væl, so hevur landsstýrismaðurin ríkiligt av amboðum við hondina til at tryggja og styrkja kappingina.

Tað eydnaðist til dømis við ???positivari diskriminasjón at??? at geva privatum fastan fót og vinna fittan part av marknaðinum. Ein týdningarmikil lutur, sum hevur gagnað brúkaranum. Júst kappingin millum FT og privata felagið, er ein orsøk til, at Føroyar eru so langt frammi í mun til farnet. Og er viljin til staðar, ber væl til at tryggja áhaldandi kapping ??? og eitt møguligt samstarv ??? ísv útbyggingina av framtíðar 5Gneti.

Tað er eitt bragd, at tað í einum lítlum fjarskotnum landi er eydnast at byggja upp ein framkomnan telemarknað, sum hevur gjørt Føroyar til eitt undangonguland, tá tað snýr seg um farnet og farnetssamskifti!

FT Net liggur sum nevnt longu í egnum partafelag. Tað eru fleiri greiðar synergieffektir av ymisku dóttirfeløgunum í FøroyaTele samtakinum, og ger hetta, at 1+1 ofta blívur 3. Hví skal tað oyðileggjast?

Ein ognarlig sundurskiljing fer at súgva merg og megi úr Føroya Tele, men kann eisini fara at bremsa góðu gongdina á øllum tí føroyska telemarknaðinum. Og avmarka styrkina og møguleikarnar fyri at gera íløgur og útbyggingar.

Longu fyrsta dagin hjá hesi samgongu varð Vinnumálaráðið koplað frá, so ráðið við vinnumálaráðharranum onga ávirkan hevur á stóran part av rikna vinnupolitikkinum ??? hetta álvarsmál er eitt dømi. Tungu almennu vinnupartafeløgini vórðu flutt í Fíggjarmálaráðið, sum í dag saman við løgmanni rekur mest sentrala vinnupolitikkin hjá samgonguni.

Stjórin og nevnarformaðurin í Føroya Tele hava nú lagt frá sær í protest ímóti førda politikkinum á teleøkinum. Er tað veruliga brúkarin og borgarin í hesum landi, sum er í fokus í hesi sundurpetting av føroyska telefelagnum, har útvið 200 fólk í dag starvast? Hvørjum fer tað at gagna, at stolta og sterka fyritøkan verður vongskerd?

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder