Nú kjakið um fiskivinnu aftur er kyknað, sofinst eittógviliga sentralt hugtak; nevniliga, at fiskurin er ogn Føroya fólks.
Hetta hugtakið er ikki nýtt, men kanska er tað ov langt síðani, at staðfest hevur verið, hvat tað merkir.
Heilt einfalt merkir tað, at eftirsum, at ongin her á foldum hevur skapt fiskin, ið svimur í sjónum, hevur heldur ongin nakran framíhjárætt at eiga hann. Vit eiga øll líka stórt krav uppá hann, tí ongin okkara hevur skapt hann.
Og tá vit øll hava líka stórt krav uppá hann, so eigur hann ikki at gerast privat ogn hjá nøkrum ??? hvørki føroyingum ella útlendingum, sum samgongan nú ætlar.
Fiskurin eigur hinvegin at koma okkum øllum til gagns og vera felags tjóðarogn okkara alra ??? og eigur at verða gagnnýttursoleiðis, at virðini verða øllum tí føroyska samfelagnum at frama.
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald