Politikkur

Hvat hevur Havnin gjørt Fólkaflokkinum

...

2020-07-03 13:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bústaðir sleppa nú at byggja íbúðir, men tað er oyramerkt, at í mesta lagi 100 milliónir krónur skulu brúkast í Havnini, hóast tað er her, tørvurin á bústøðum er allarstørstur. Men Fólkaflokkurin, sum annars situr við leiðsluni í býráðnum í Havn, vil heldur hava, at bústaðirnir í høvuðsstaðnum skulu vera dýrari enn aðrastaðni.

Púrt einki er hent á bústaðarøkinum seinastu fýra árini ??? burtursæð frá, at tey hava hjálpt vinnufyritøku at fáa bílig grundstykki, men so er eisini alt sagt. Bæði í landsstýrinum og býráðnum arbeiðir Fólkaflokkurin fyri teimum, sum vilja hava stóran profitt upp á bústaðarneyðina hjá fólki. Vit vita, at privatir útleigarar kunnu seta prísin, akkurát sum teir vilja, og eingin ivi er um, at við hetta lag verður tað bara uppaftur dýrari at seta búgv í Havn.

Vanlig fólk mugu kunna búgva í Havn. Havnin skal vera fyri øll og ikki bara tey fáu, sum í dag hava ráð til at seta seg niður her. Tað eru nógv, sum vilja búgva her, men sum ikki hava ráð. Eisini fólk, sum eru uppvaksin her, og hvørs familjur fleiri ættarlið aftur hava búð í Havn. Skulu hesi nú tvingast úr heimstaði sínum? Tað kann ikki vera rætt!

Kapping? Álvaratos!

Sjálvandi skulu vit nógv fleiri bíligari bústaðarloysnir kring alt landið, men vit mugu eisini minnast til at byggja mest, har sum tørvurin er størstur. Bústaðaruppskotið hjá landsstýriskvinnuni kemur til hoyringar í løgtinginum í næstum, og har fara vit í Javnaðarflokkinum at verja borg.

Bústaðaruppskotið er fult í skeivleikum og er í veruleikanum grundað á eina fullkomiliga skeivan hugsunarhátt. Bara tað, at mann skal krevja kapping til bygging av sosialum íbúðum, er so langt úti, at eg ongantíð havi hoyrt so skapt. Her má sanniliga vend koma í!

At tað veruliga er landsstýriskvinnan í almannamálum, ið leggur uppskotið fram, er ótrúligt, tí við øllum tosinum um kapping ljóðar tað meira, sum var hetta eitt uppskot frá landsstýrismanninum í vinnumálum.

Men her gongur enn einaferð sjón fyri søgn, at politikkurin hjá Fólkaflokkinum er, at tey ríku skulu hava meira, og so má restin sigla sín egna sjógv. Tað síggja vit í býráðnum í dag, og tað síggja vit eisini í landspolitikkinum.

Reinur illvilji

Landsstýriskvinnan segði seg fyri hálvum ári síðani vera ótolna og vilja síggja úrslit, og tað vilja vit eisini. Men ikki eitt úrslit, sum hevur við sær, at fleiri børn skulu vaksa upp í óhóskandi og ráligum kjallaraíbúðum. Og vit vilja heldur ikki hava eitt úrslit, sum ger, at bara tey háløntu klára at búgva í Havn.

Hetta er snøgt sagt ikki góður bústaðarpolitikkur, ið nakar meiriluti kann taka undir við, tí uppskotið er eina og aleina fólkaflokspolitikkur. Eg kann ikki ímynda mær, at sosiala medvitið hjá restini av samgonguni kann vera so lítið, at hetta kemur ígjøgnum.

Eg fari so ongantíð at góðkenna henda framferðarháttin og henda illviljan ímóti Havnini, tí veruleikin er, at í verandi líki gongur bústaðarpolitikkurin hjá samgonguni mest út uppá at binda Havnina niður, hóast tørvurin er nógv størstur á bústøðum í júst høvuðsstaðnum. Hetta er so langt úti, at eg kann ikki lata vera við at spyrja, hvat Havnin hevur gjørt Fólkaflokkinum!

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder