Vinna

Hvat ger Royndarstøðin

...

2017-03-09 19:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Til fjølmiðlarnar Funningur tann 6. mars 2017

Hvat ger Royndarstøðin?

Á hvørjum ári fær Royndarstøðin á Búnaðarstovuni væl av almennum pengum til at gera royndir við, royndir, sum skulu menna landbúnaðin kring alt landið.

Fyri okkum, sum fáast við landbúnað, í mínum føri við seyðabrúk, tykist tað, sum um Royndmarstøðin livir sítt egna lív. Eg havi í øllum førum hvørki hoyrt ella sæð nakað til, at Royndarstøðin hevur gjørt nakrar glærfitiroyndir.

Heygsgarður, sum í síni tíð var tikin til "royndarbrúk", verður nú brúktur av teimum, sum starvast á Búnaðarstovuni. Tey brúka hagan, sum um tað var teirra egna brúk, undir skálkaskjólinum av, at tey gera almennar royndir.

Fyri kortum kom ein frágreiðing á heimasíðina hjá Búnaðarstovuni um hvussu seyður skal fóðrast við kraftfóðri, serliga fyri at ærnar skulu lemba tvey lomb. Frágreiðingin er ein beinleiðis avskrift av útlendskum heimasíðum, og hevur einki við føroyskar búnaðarroyndir at gera. Ein og hvør sum fæst við seyðahald, kann fara inn á hesar heimasíður, fyri at kunna seg um, hvussu seyðahald verður skipað har.

Annað er, hvussu hettar egnar seg til føroyskan seyð. Seyðahaldið í Føroyum er heilt annaleiðis enn í londunum kring okkum, og tí mugu vit ikki bert kopierað tað sum onnur gera, men gera okkara egnu royndir við seyðahaldi, við atlitið til føroysk viðurskiftir, sum eisini kunnu vera ymisk. Hjá summum ber væl til at fóðra seyðin um veturin, meðan onnur, sum hava óhøgligar hagar, hava ongan møguleika at geva seyðinum kraftfóður um veturin.

Í staðin fyri at taka støði í føroyskum viðurskiftum, og gera royndir, sum kunnu gagnað føroyskum seyðahaldi, sita fólk á Búnaðarstovuni og føroyska frágreiðingar á útlendskum heimasíðum, so tað sær út sum um Heygsgarður verður brúktur til almennar royndir, so sum upprunaliga ætlanin var.

Ein tann besti hátturin at gera royndir er at lata tey sum til dagligt arbeiða við landbúnaði, gera royndir á tí økinum, tey arbeiða við. Heima á Sandi hava vit dugnaligar bøndur, sum dyrka grønmeti, serliga eplir og røtur. Í staðin fyri at lata hesum dugnaligu fólkum pening til at gera royndir við at dyrka grønmeti, hevur Royndarstøðin havt fólk í almennum starvi, sum við almennum pengum, hava gjørt júst tað sama.

Tað eru rættuliga nógv fólk í Føroyum sum fáast við seyðahald. Ein stórur partur av hesum er frítíðarvirksemi, men er, hóast tað, týdningarmikið og ein partur av okkara mentan og siðaarvi, sum vit hava fingið frá okkara forfedrum.

Tann besti viðskerin føroyingar fáa er gott skerpikjøt. Spurningurin er, hvussu vit fáa gott skerpikjøt. Hesum hevur Royndarstøðin, fyri mært at síggja, ongan áhuga í. Í staðin fyri bert at skipa fyri landsumfatandi "veðra vakurleikakapping" á hvørjum ári, kundi dentur eisini veri lagdur á, at fingið so gott skerpikjøt sum gjørligt.

Sjálvur havi eg í mong ár gjørt royndir við at fáa gott skerpikjøt, kjøt, har fitin er glærfiti. Hevur ein seyður gleæfiti, er kjøtið eisini vælsmakkandi.

Tað krevur miðvísa aling at fáa seyð við glærfiti. Í staðin fyri bert at skipa fyri "veðra vakurleikakapping", átti dentur eisini at verið lagdur á, at ala seyð, sum hevur glærfiti.

Føroyska seyðakjøti er kent fyri sín góða smakk, men tað er ikki alt føroyskt seyðakjøt, sum er vælsmakkandi. Kjøt sum ikki grønkar, tá tað verður hongt í hjallin, hevur tálgafiti, og verður ikki so vælsmakkandi skerpikjøt.

Ein brundur við teimum skeivu eginleikunum, kann gera óbótaligan skaða. Tí er neyðugt at ansa sera væl eftir, áðrenn ein brundur verður sleptur í hagan at brunda. Um ein fær sær fremmandan brund, fyri ar blanda slagið, er best at lata brundin verða hjá nøkrum fáum óm, fyri at tryggja sær, at lombini undan honum hava glærfiti. Hava lombini glærfiti, kann brundurin verða brúktur í fleiri ár.

Royndarstøðin hevur, fyri mær at síggja, ikki havt serliga stóran áhuga fyri slíkum kanningum. Tey tosa um smakk á kjøti, men eingin uttan tey útvaldu, tey sum arbeiða á Búnaðarstovuni, vita hvussu kjøtið í haganum hjá Heygsgarði smakkar. Eingin veit heldur, um tey vita hvussu gott skerpikjøt smakkar.

Nei, lati okkum, sum fáast við landbúnað, gera tær neyðugu búnaðarroyndirnar, tað veri seg við grønmeti, seyðakjøti ella øðrum, sum tað almenna er áhuga í, og lat tey, sum høvdu rættin til Heygsgarð, fáa hagan aftur.

Gamla skipanin við at hava ein seyðaráðgeva, kundi verið sett á stovn aftur. Ein seyðaráðgevara sum ferðast kring landið, og tosar við tey, sum fáast við seyðahald. Hann kundi skipað fyri teimum neyðugu royndunum, m.a. við at fáa seyð við glærfiti. Royndarstøðin hevur prógvað, at hon ikki hevur sæð tað neyðuga í at standa á odda fyri glærfitiroyndum í Føroyum

Petur Skeel Skarðsá

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder