Spurningarnir, sum standa eftir hjá nógvum, eru: Hvat gera vit? Hvussu sleppa vit burtur úr hesum?
Sum ein liður í SkíggjaSunn-átakinum bjóðar Betri Trygging til spennandi og læruríkan fyrilestur um hetta evnið á 17. november.
Danski Imran Rashid hevur svarið upp á spurningarnar omanfyri. Hann er lækni og hevur granskað í skíggjanýtslu í meira enn 20 ár, og í fjør gav hann út bókina “Skærmsund”. Við bókini hevur hann sett sær fyri at hjálpa foreldrum at fáa familjulívið í javnvág aftur.
Fyrilesturin tekur støði í bókini, sum snýr seg um, hvussu familjur fáa eitt sunnari og meira tilvitað tilknýti til skíggjar. Bókin er ein vegleiðing við ítøkiligum amboðum til bæði børn og vaksin.
Fyrilesturin er viðkomandi fyri øll - og kanska serliga til foreldur, sum føla seg hava mist tamarhald á støðuni, og sum sakna kvalitetstíðina saman.
Fyri Imran snýr hetta seg ikki um at rita út av øllum sosialum miðlum ella at tveita allar skíggjarnar vekk. Hetta snýr seg um at vera meira tilvitandi um, tað ið vit gera.
Fyrilesturin er ókeypis og verður hildin á Glasi.
Les meira og tekna teg á www.betri.fo/imranrashid
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald