
Skiparin á Fulberg Arvid Petersen ringdi til mín, fyrst í oktober mánaði 2019 hann fortaldi mær, teir høvdu fingið fitt av toski, í SE kanti úti á Føroyabanka á umleið 120 favna dýpið, frá 8 gradum og SW eftir, sum ikki er vanlig toska leið, smásteinar vóru í magunum á nógvum av toskunum, vit tosaðu um toskurin mundi vera á veg út ella inn á bankan, men sjálvandi vónaði vit, at toskurin var á veg inn á bankan.
Tá Fullberg og skoraberg høvdu fiska í 3 døgn úti á bankanum, bleiv veðrið so vánaligt, at teir fingið ikki roynt longur á Føroyabanka, tá høvdu teir 13,5 tons av toski tilsamans.
Arvid sendi nakrar av steinunum, til ein jarðfrøðing at kanna, nakrir av steininum eru granitt, sum nokk ikki. eru komnir av Føroya ella av Íslands leiðini, men nærri kanningar blíva gjørdar, fyri at staðfesta nærri hvar steinarnir eru komnir frá, nakrir eru basalt, sum toskurin møguliga hevur tikið inn, djypri í kantinum á Føroyabanka, á veg inn á bankan.
Nú Magnus Heinason hevur gjørt yvirlitstrolingar har, sæst at nógvur stórur toskur er komin inn á bankan.
So globala upphitingin á bankanum, er góð fyri nebbasild og gýtingar umstøðurnar hjá toskinum, úti á Føroyabanka.
http://www.jn.fo/magnus+heinason+hevur+gjort+trolroyndir+a+foroya+banka_rmfj.html
MH hevði 12 tons av toski, 8.550 tons eru seld ígjøgnum uppboðssøluna. Av tí eru 50 % toskur 1, - 45% toskur 2, og bert 4% er toskur 3. og 1 % er toskur 4. so eg veit ikki í løtuni hví, teir skriva , tað var toskur av øllum støddum.
http://www.hav.fo/PDF/Turar/2020/FRAG2008.pdf
Á várið 2019 var ongin toskur á føroyabanka, øll vita at toskurin á Føroyabanka veksur skjótt, men hann veksur ikki so skjótt, var hann gýttur á vári 2019, so skuldi ikki alt verið toskur 1 og 2, so onkra aðrastaðni er toskurin komin frá, sum nú er aftur á Føroyabanka, tí liviumstøðurnar, eru blivnar góðar.
Av tí fiskifrøðingarnir so ofta taka feil, er ikki lætt, at trúgva tí sum teir siga, fiskifrøðinaranir siga millum annað, at toskur ikki er djypri enn 600 metrar, fleiri fiskimenn hava fortalt mær, at teir hava fingið tosk niðri á 900 til 1000 metra dýpið. Um onkur veit meira, at fortelja, ella um onkran sum eg kann spyrja, kunnu tit so sigi mær frá.
Eg havi leita nógv á netinum har fann eg, at ein Norðmaður skrivar, toskur er heilt niður á 1200 metrar, nú hava 2 Føroyingar, fortalt mær, at toskur er fiskaður heilt niðri á 1300 metrum við Grønland og tað er ikki á sama økið, og 20 ár í millum.
https://aviskongen.blogspot.com/search?q=stein
Nógvir fiskimenn hava uppliva, at toskurin komin inn á grunnarnar, eftir nøkrum døgum, og nógva staðni har rok fiskarí hevur veri í fleiri ár, er allur toskurin blivin vekk aftur eftir nøkrum tímum.
Føroysku laksaskipini sum fiskaðu laks í 1970 og 80inum , langt norðan fyri Føroyska landgrunnin, fingu eisini onkrar toskar, og onnur botn fiskasløg á línuna, sum stóð í yvirflatini, har sum dýpið er meira enn 1.000
Tá fiskifrøðingarnir siga, at Føroyski toskurin ikki er uppi í sjóðnum eftir føði og ikki er niðanfyri 600 metrar, og toskur er niðri á 1300 metrar dýpið. er ikki møguleiki, at gerða eina rætta stovnsmeting.
Eg havið leita nógva staðni, hvussu djúpt toskur kann fara. ICES og Wikipedia siga 600 metrar. Men serfrøðingarnir á sjóðnum, eru 50 ár frammanfyri, og vita meira enn fiskifrøðingarnir.
Fiskifrøðingar hava lisið, 6-8 ferð 45 minuttir um dagin, umleið 38 víkur í 4 ár. Søgurnar frá fiskimonnum eru fortaldar fleiri fer, í gjøgnum fleiri ættarlið, nógv er eisini skrivaðar niður seinasti 4 - 500 árini og finnast í fleiri bókum.
Fiskifrøðingarnir halda seg vita meira enn onnur, og hava læst seg fastar fyri 40 árum síðani, og nokta fyri at toskurin flytur, men hava onga frágreiðing um, hvar toskurin kemur frá, men teir hvørki spyrja, ella lurta eftir fiskimonnum.
Teir vilja heldur ikki gerða nakrar royndir uppi í sjóðnum, ella heilt djúpt eftir toski, um teir siga at toskurin er so djúpt og til aðrar tíðir er uppi í sjóðnum, kunnu teir ikki, gerða eina rætta stovns meting.
Tað hevði givið nógv meira vitan, um serfrøðingarnir á sjóðnum, fingið ½ av pengunum, sum Havstovan fær, so kundi teir drivið skipið, sett manning, og sagt hvar royndir skuldu gerast, so høvdu teir skjótt funnið útav, um toskurin er uppi í sjóðnum, tá hann ikki er inni á okkara grunnum, og Havstovan kundi havt fólk umborð, sum tóku royndir av fiskinum.
Í Grønlandi stoppa fiskifrøðingarnir, eisini jollu fiskarum, tí teir halda jollufiskarinir oyða toskastónin
Kári P Højgaard fortelur 37 minuttir inni í hesi góðu sending, um fiskarí og hvussu stórt havøkið hjá Grønlandi er.
https://kvf.fo/megminnist?sid=99367
Eyðun Hansen
Vestmanna
03 04 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald