Tað vóru góð tíðindi at hoyra fyrr í ár, at umboð fyri brennistøðirnar báðar vóru samd um eitt tilmæli at leggja fyri eigararnar av brennistøðunum hjá IRF og Kommunalu brennistøðini hjá Tórshavnar kommunu.
Báðar brennistøðirnar eru gamlar og syngja síðsta vers, og íløgurnar ínýggjar brennistøðirnarverðafleiri hundrað mió.kr. Partarnir vóru við sínum ráðgevum samdir um, at størri fyrimunir vóri við einari felags brennistøð, bæði hvat íløgum og rakstri viðvíkur.
Partarnir vóru samdir um, at Tórshavnar kommuna skuldi gerast limur í IRF. Semja var eisini um, hvussu ognirnar hjá støðunum báðum skuldu skipast eftir samanleggingina.
Kommunurnar í IRF tóku væl undir við uppskotinum, og tí var í spenningi bíða eftir, hvørja støðu Tórshavnar kommuna fór at taka.
Men har var ikki støða tikin til nakað sum helst. Ein partur av samgonguni í býráðnum vildi ikki taka undir við uppskotinum, og tí var málið sent út til horna. Tað mátti kannast meira, varð sagt.
Eg eri sannførdur um, at kanningarnar fara at vísa tað sama,nevniliga, at tað er stórur fyrimunur við einari felags brennistøð á Hjalla. ??kið á Sundi og á Hjalla er vorðið ein grønur orkumiðdepil, sum Fjarhitafelagið,Tórshavnar kommunama og SEV níta gott av. Nýggja biogassverkið í grannalagnum, Førka, er farið undir royndarframleiðslu, og mær er sagt, at SEV fær 1 MW og Fjarhitafelagið tað sama. Hetta svarar til gott 400 hús. Tí undrar tað meg, at býráðið ikki er ein aktivur viðspælari, heldur enn at leggja fótonglar.
Kommunala brennistøðin á Hjalla framleiðir 5 MW. Ein felags brennistøð verður framtíðartryggjað, og kann framleiða 20 MW ella fýra ferðir so nógv. Eitt risafet á grønu leiðini.
Hvat bíða tit eftir í Tórshavnar býráð? Er kanningi ikki liðug, ella tora tit ikki at taka støðu fyri valið? Hvat siga teir ymisku flokkarnir. Tað hevði verið áhugavert at vita, eisini hjá mær. Latið ikki hetta málið enda , sum grótið í Sandoyartunlinum.
Sune Jacobsen
Næstformaður í Fjarhitafelagnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald