Vinna

Hvar er SSL

...

2020-03-07 19:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvar er SSL?

Nú eru longu fleiri vikur síðani leiðslan á Strandfaraskipum Landsins var í Sandoynni og legði fram teirra ætlanir um broytta ferðaætlan viðvíkjandi siglingini um Skopunarfjørð á kvøldi.

Lagt var fram uppskot um at taka Teistan úr sigling og lata Hasfjord sigla seinastu túrarnar.

Hetta kann als ikki góðtakast og er beinleiðis óseriøst.

Trupuleikin er tann at Hasfjord einans tekur 12 ferðafólk og tískil ongan møguleika hevur at nøkta tørvin.

Um ætlanin verður veruleiki merkir tað at tað verður ómøguligt at hava virksemi í oynni, bæði vanliga vinnu eins og ferðavinnu. Og ikki minst fyri oyggjafólk ella fólk, ið annars brúka hesa farleið vilja broytingarnar gera óbøtaligan skaða.

Vit meta tað verða sera óseriøst at koma á Sandoynna og leggja eina tílíka ætlan fram, sum eisini á ongan hátt vísir seg at undirbygd við hagtølum, fyri síðani at trekkja seg aftur og lata Sandoyggjafólk liva í eini óvissu.

Tí vilja vit heita á Strandfaraskip Landsins og avarandi mynduleikar um traðka í karakter og koma fram í ljósi við hvørjum arbeitt verður við og hvat fólkið her suðuri kann vænta.

Hetta er ein sera óvirðuligur arbeiðsháttur, sum á ongan hátt kann góðtakast.

Sandoyar Sýslu Ferðalag

Heini Tausen, formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder