Politikkur

Hvar er okkara trygdarbelti

...

2019-07-23 10:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er so forsynda at hoyra, at peningur manglar í allastaðni.Hvar ólukkan eru vit komin???Veit um kvinnu, sum hevur sitið í songini í fleiri mánaðir og bíða eftir at sleppa at skifta knæ. Hoyrdi í gjár, at ein 91 ára gomul kvinna stendur á bíðilista til at skifta hoft. Hetta grunda á manglandi játtan. Vinmaðurin, Sjúrður Knudsen, sum er stjóri á Heilbrigdinum á Velbastað, var í KVF í gjár, har hann greiddi frá, at viðgerðarstovnurin noyddist at lata aftur í 6 vikur, eisini grunda á manglandi játtan. Hann nevndi, at Blákrossheimið hevði sama trupulleika.??tróðrarflotin liggur bundin at keikantinum, grunda á manglandi loyvi, tí at dagatalið er uppi. Fekk at vita frá útróðrarmanni, at fiskurin á Føroyagrunninum er við at verða ???didda??? rak, tí at tað er ikki nokk av føði til alla nøgdina av fiski, sum er inni á grunninum í løtuni. Tað gevur ikki meining, at sleppa at fiska, tá ongin fiskur er. Hetta er stórsta fiasko, ið hevur rátt fyri borgum í føroyskari søgu. Menningarkvotur fyri 100 tals mill., sum eru tiknar frá verandi reiðarríum, eru ikki fiskaðar. Hesar upphæddir kundu komi landi og fólki tilgóðar. Ein partur av hesum peningi kundi verði brúktur til at hjálpt teimum gomlu, veiku og sjúku. Ja, og tað varð enntá kallað útoyggjamenning!!! Tað manglar bara, at onkur av sitandi samgongupolitikkarum fara inn á gólvið í IDE-húsinum, at læra Birgir Andreassen, hvussu ein handil eigur av vera rikin. Kanska skuldi samgongan fingið vitjan av ???Luksusfælden???!Forbarmi seg, Føroyaland!Jonhard DanielsenValevni Fólkafloksins til løgtingsvalið 2019

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder