Politikkur

Hvar er langtíðarætlanin

...

2020-08-14 21:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvar er langtíðarætlanin?

Tað skal løgmaður svara uppá í fyrispurningi frá Kristinu Háfoss um korona-langtíðarætlan. Higartil hevur landsstýrið nýtt tíðindafundir frá degi til dags, at fráboða, hvussu vit skulu bera okkum at og hvussu farið verður fram.

Enn hava vit ikki hoyrt, hvør langtíðarætlanin er, ella um nøkur langtíðarætlan yvirhøvur er gjørd. Høvdu vit havt eina strategi við ymsum stigum, so høvdu vit vitað, hvørji tiltøk og krøv verða sett í verk tá t.d. 1, 10, 50 ella 100 fólk hava fingið staðfest sjúkuna. Tað hevði skapt størri tryggleika, enn verandi støða ger.

So høvdu fólk vitað hvussu tey skulu bera seg at, og hvat kann vera í væntu í t.d. heilsuverkinum, skúlaverkinum, á eldraøkinum, bústovnum og dagstovnum. Eisini høvdu øll, bæði arbeiðsgevarar og løntakarar, verið nógv betri fyrireikaðir.

Løgmaður skal eisini svara, hví landsstýrið ikki hevur valt at uppraðfesta Heilsufrøðiligu Starvsstovuna við fólki og útgerð, nú tørvurin er øktur mundandi. Hví landsstýrið ikki hevur biðið Løgtingið um heimild, at taka gjøld fyri koronakanningar frá ferðafólki. Hví ferðafólk bert skuldu kannast eina ferð. Og hví landsstýrið hevur frávalt at taka ábyrgd av okkara egnu landamørkum, so vit kunnu seta egin krøv til okkara ferðandi og hvar tey kunnu koma frá.

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder