
Hvagar eru vit á veg?
Orðafellið ???eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir??? sprettir óivað av lívsroyndum íeinum samfelag, sum í øldir hevur verið í beinleiðis takholti við náttúruna ??? í bjørgum, á fjøllum, ásjógvi og á lending.
Tíbetur er óvissan av hesum slag minni og minni í tøkniliga framkomna samfelagnum. Men harfyrier ikki øll óvissa burtur. Tað margháttliga er, at hjá teimum, sum fáast við fiskiveiðu, er tað seinastu árini vorðið nógv lættari at spáa um veður og vind og fiskaprísir, enn tað er at spáa um, hvatmyndugleikin kann finna uppá, tá um fiskivinnu ræður.
Í 1992 fóru Føroyar á húsagang. Breið semja var tá um, at eitt beinleiðis samband var millumføroyska húsagangin og so tað, at ávísir føroyskir botnfiskastovnar høvdu verið illa fyri í longri tíð.
Í sambandi við endurreisnina av føroyska samfelagnum varð farið til Danmarkar eftir peningi. Einav treytunum, sum danir settu var, at trygd varð veitt fyri eini skipan, har lívfrøðiliga tilfeingið íhavinum um Føroyar framyvir fór at verða umsitið lívfrøðiliga burðardygt. ??rslitið av hesum varlógin um vinnuligan fiskiskap frá 10. mars 1994.
Í forarbeiðnum til lógina um vinnuligan fiskiskap stendur m.a.: ???At býta út konsessiónsrættindi ogveiðiloyvir í hesi skipan ... verður ikki gjørt fyri tey, sum fáa konsessiónir og veiðiloyvir, men við tíendamáli at verja fiskastovnarnar ...???. Við hesum atliti er fiskidagatalið undir Føroyum eisini minkað, so tað nú bert er umleið helvtin av tí, sum tað var í 1996.
Ein meginregla í lógini var, at allir bólkar, sum høvdu somu fiskasløg sum høvuðsveiðu, vórðuskornir eins nógv, soleiðis at lutfallið bólkanna millum varð varðveitt. Hetta viðførdi, at kapping ogtillaging fór fram innan hvønn bólk sær. ??ll hesi viðurskifti vórðu beinleiðis regulerað í lóg.
Í 2010-2011 vóru tvey fyribrigdi staðfest í føroyskum sjógvi. Annað fyribrigdið var, at Havstovan ísínum 2009-tilmæli í roynd og veru staðfesti, at toska- og hýsustovnarnir á landgrunninum vórukollapsaðir. Tilmælið frá Havstovuni var, ???at best hevði verið við einum fullkommum veiðibannieftir hesum fiskasløgum.???
Hitt fyribrigdið var, at samsvar ikki var millum ferðingarlagið hjá makreli í føroyskum sjógvi ogføroyska partin av makrelkvotuni (27.991 tons í 2009). Føroyar kravdu tí at fáa ein størri part avhesum tilfeingi (úr uml. 5 prosent upp í 15 prosent) ??? 85.000 tons í 2010 og 150.000 tons í 2011.
Fyrisitingin av nýggja makreltilfeinginum hevur kollvelt alla føroyska fiskivinnu. Tilvildarlig útlutanog tilvildarligar treytir fyri gagnnýtlsu av nýggja makreltilfeinginum (og seinni eisini øðrum uppisjóvartilfeingi) hava havt við sær, at allar fyritreytirnar fyri kapping og tillaging blivu avlagaðar.
Soleiðis sum nýggja tilfeingið hevur verið fyrisitið, so er tað myndugleikin, sum seinastu árini hevurvalt vinnarar og taparar í føroyskari fiskivinnu. Hetta er gjørt við at myndugleikin hevur spræntmakrelfígging í misjøvnum nøgdum og við ymiskum treytum til bólkarnar í flotanum. Teir bólkar,sum hava fingið størstu innspræningarnar, eru vinnararnir og hava heilt ella partvís yvirtikið einstóran part av heimaflotanum.
Partar av heimaflotanun høvði árini 2007???2017 gingið eina oyðimarkargongd, tí myndugleikin hesiárini hevði noytt hann at velja ímillum at liggja við kai ella fiska av stovnum, sum sambært Havstovuni vóru fullkomuliga niðurundirkomnir.
Við hesum ber til at siga, at endamálið um, at veiði- og fiskirættindi ikki vórðu býtt út við atliti atteimum, sum fingu, men við ???tí endamáli at verja fiskastovnarnar ...??? varð gjørt til skammar.
Tað tykist sum løgtingið í seinastuni eisini hevur tikið táttin upp eftir fyrisitingini og er farið atáseta fiskirættindi ymiskt fyri ymiskar bólkar. Seinasta dømið um hetta, er at løgtingið burtur úrongum samtykti, at ein bólkur ??? sum tann einasti í 2020 ??? skuldi fáa 24% fleiri fiskidagar, enn hannhevði árið frammanundan.
Í skrivandi løtu liggja broytingar um endaligar avhendingar av fiskirættindum í løgtinginum. Verðahesar broytingar samtyktar, so lata tær upp fyri uppaftur størri avlagan av bólkarættundum.
Hvussu kann tað vera komið hartil, at tað er lættari at spáa um veður og vind og fiskaprísir, enn taðer at spáa um, hvat myndugleikin kann finna uppá, tá um fiskivinnu ræður?
Hvagar eru vit á veg?
??li Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald