2019-01-28 16:54
Ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, Huxa, hevði landsfund týskvøldið 22. januar.
Nýggja nevndin er umboðað av fólki úr Klaksvík, Fuglafirði, Sumba, Eiði og Streymnesi.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Tummas Jóhan í Djónastovu, Eiði, formaður
Arnbjørn E. Justesen, Klaksvík, næstformaður
Beinir Johannesen, Klaksvík, kassameistari
Jákup Oluf á Lakjuni, Fuglafjørður, skrivari
Sólfinn Gudmundsen, Sumba, nevndarlimur
Eykalimur:
Eyðstein Zachariasen, Streymnes
Nevndin skrivar: ???Á fyrsta nevndarfundinum, ið var beint eftir aðalfundin, varð samtykt at halda á við konservativu leiðini. Nevndin ætlar komandi árið at geva sítt ískoyti til samfelagskjakið, og koma við borgarligum loysnum innan m.a. fiskivinnu-, bústaðar-, lærlinga- og umhvørvispolitikki. Nýggja nevndin fer at halda somu leið sum undanfarna nevnd, viðvíkjandi fosturtøku spurninginum og øðrum etiskum málum.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald