
Arbeiðsuppgávur:
ñUmsjón og røkt av øllum bygningunum hjá kommununi.
Førleikar:
Tann, ið settur verður, eigur at hava handverkaraútbúgving, gott yvirlit og góð evni at samstarva.
Eginleikar:
Arbeiðið hevur við sær nógv dagligt samskifti við børn í barnagarði, næmingar í skúlanum og ymiskar starvsbólkar. Tí er týdningarmikið at tann, í sett/ur verður, er fyrikomandi og dugir væl við fólki.
Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv
Lønar og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøtu 8, 380 Sørvági ella [email protected] í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 12. apríl 2021. Starvið verður at sett sum skjótast.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til skrivstovuna hjá Sørvágs kommunu á tlf. 363200 ella teldupost: [email protected].
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjaranum, og um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald