Tað ið eg forbant við húsagongd, var annað jólakvøld og longur vekk, annað páskakvøld. Tá í vit unglingar stukku inn á gólvið hjá Lítl-Annu og Dunga-Jákup og øðrum mergjanum fólkum í bygdini, so sum Elias Henriksen, sum hevur føðingardag 26. december. (og onkuntíð fyllir hann runt).
Men í ár gjørdist tað veruleiki fyri meg, sjálvt um "Húsagongd" hevur verðið í Sandavági fyri fjóðru fer, at vera fysiskt við í hesum tiltaki. (ein sjómaður má líða)
Ein sera góð uppliving, ið nemt kann førast aftur til "húsagongdina" sum vit høvdu afturi í 80unum, sum bragdligir sandavágsmenn.
Einasti munurin var, at alt var skipað: hús, skeltir, skrellispannir, professionnellir tónleikarir, kaffi, køkur og øl, vaktir og ikki minst tit áhoyrarir.
Og ikki at gloyma tykkum, sum løgdu tykkara egna heim til tiltakið, uttan tykkum "var alt, onki"
Og øllum hesum fólkum hava vit nógv at takka fyri, tí øll, ja øll, vóru fyrikomandi.
Tær sum hava borið hetta fram, eru Ragnhild og Elsibeth, og tær báðar eiga eina serliga tøkk.
Jan Erik Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald