Politikkur

Hugsa teg nú væl um Jørgen

...

2020-10-02 17:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá ið fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, fyrradagin legði fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 fram. So kom eisini fram, at ætlanin er at gera ein Vatnsoyrartunnil millum Fútaklett og Vatnsoyrar í árunum 2027 til 2030.

Fyrst skal Jørgen fáa eitt takk fyri, at hann tekur málið upp til viðgerðar, og hugsar um framtíðarfarleiðina millum Vágar og restina av landinum, ætlanin er tó ikki at fara í gongd fyrr enn í 2027.

2027 er 7 ár fram í tíðina, og so leingi mugu bogarar í Vága kommuna ikki bíða til at fáa bøtt um ferðslutrygdina í Miðvági og Sandavági. Tí er neyðugt at fáa eina varandi loysn.

???Á vegateininum frá Vágatunlinum til flogvøllin eru tveir høvuðstrupulleikar: Sandavágshálsur, sum liggur høgt og er brattur og tí tungur at koyra, og hin trupulleikin er at koyra gjøgnum bygt øki í Sandavági og Miðvági.??? stendur at lesa í búskaparfrágreiðingini fyri 2021.

Tað er eingin loyna at vegastrekkið frá Vágatunlinum til flogvøllin hevur tveir høvuðstrupuleikar, og møguliga fleiri. Sandavágshálsur kann vera vandamikil á vetri, og stórur partur av vegnum liggur í bygdum øki í Sandavági og Miðvági. Ein triði trupuleiki er, at nú á døgum skal alt ganga so skjótt fyri seg sum møguligt. Tá skulu vit hugsa um, at fáa stytt leiðina frá flogvøllinum til restina av landinum.

Í februar mánaða í fjør bleiv samferðsluætlanin fyri Føroyar, nevnd ???Samferðsluætlan 2018-2030??? víst alment fram. Í henni stendur at Landsverk mælir til at gera ein Sandavágstunnil.

Fyri fólkini í Miðvági og serliga í Sandavági er tað alt avgerðandi at landi ikki fer undir at byggja ein Vatnsoyrartunnil, men í staðin heldur seg til loysnina hjá Landsverki, og ger ein Sandavágstunnil við umkoyringarvegi. Við tí loysnini verða nógvir knútar loystir. Farleiðin millum flogvøllin og restina av landinum verður munandi stytt. Tað verður tryggari farleið, og til síðst verður ferðslan í teimum stóru bygdunum í Vága kommunu nógv minkað, sum eisini ger tað trygt hjá børnum, ungum og okkum øllum at ferðast á farleiðuni millum bygdirnar og skúlan/ítrótt á Giljanesi.

So góði Jørgen, fyri ikki at gera tær stóru bygdirnar í Vága kommuna til eftirbátar í hesum tunnilsætlanum, vil eg mæla tær til at halda teg til loysn 1, sum Landsverk eisini mælir til, sum eisini er nógv bíligari enn ein Vatnsoyrartunnil. Landsverk metir at, tað eru eitt stað millum 125 til 155 milliónir krónir bíligari at gera ein Sandavágstunnil og so ein umkoyringarveg um Sandavág og Miðvág.

N??VERANDI ST??ÐA

Verandi vegur frá landsvegnum oman fyri Fútaklett til Vatnsoyrar er 14,2 km langur, meðan vegurin frá Fútakletti til Sandavágs er 6,3 km langur. Á teininum frá Vágatunlinum til flogvøllin eru tveir høvuðstrupulleikar hjá ferðsluni. Tann fyrri er um Sandavágsháls, har vegurin liggur høgt (220m) og er brattur, og tann seinni er trupulleikin at koyra ígjøgnum bygt øki í Sandavági og Miðvági. Í 2017 var ársmiðalferðslan í Vágatunlinum 1.625 akfør um samdøgrið. Millum Sandavág og Miðvág var gerandisferðslan 4.000 bilar, og millum Miðvág og Vatnsoyrar var gerandisferðslan um samdøgrið 3.100 bilar. Um árskiftið 2018 búðu 2.015 fólk í Sandavági og Miðvági, og 1.202 í bygdunum vestan fyri Miðvág; t.e. tilsamans 3.217 í oynni. ??ll ferðsla til og av flogvøllinum fer eisini hendavegin, sum er ein høvuðsferðsluæðr.

M??GULIGAR LOYSNIR:

Loysn 1

SANDAVÁGSTUNNIL: Tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Sandavágs, har syðri tunnilsmunnin er í 100 metra hædd. Tunnilin er 3 km langur, og tað er ikki stórvegis vegagerð, ið skal gerast. Ferðslan er væntandi tann sama sum í Vágatunlinum, 2.300 akfør um samdøgrið. Fjarstøðan millum Fútaklett og Sandavág styttist við 1,4 km.

Umkoyringarvegur um Sandavág og Miðvág er eisini verdur at hyggja eftir. Hann er 5,5 km langur og kostar 110 mió. kr. Tá fer gjøgnumgangandi ferðslan uttan um bygt øki. Fjarstøðan millum Fútaklett og Vatnsoyrar við umkoyringarvegnum styttist við 2,3 km.

Ein annar møguleiki enn ein umkoyringarvegur er at gera ein tunnil norðan fyri Sandavág til vestan fyri Miðvág. Teinurin er 4 km og fer at kosta 320 mió. kr.

Ein tunnil norðan fyri Miðvág væntast ikki at lætta um ferðsluna gjøgnum bygdina so mikið sum ein umkoyringarvegur vildi gjørt. Tí verður ikki mælt til at gera tunnil um Miðvág.

Sí linjuføringina á kortinum.

LOYSN 2

VATNSOYRARTUNNIL: Tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Vatnsoyrar. Báðir munnar eru undir 100 metra hædd, og tunnilslongdin 6 km.

Tunnilin væntast at hækka um ferðsluna eitt vet, tí teinurin úr Vágatunlinum til Sørvág styttist. Tað væntast at koyra 3.200 bilar um samdøgrið gjøgnum ein Vatnsoyrartunnil.

Fjarstøðan millum Fútaklett og Vatnsoyrar styttist við 6,9 km.

Sí linjuføringina á kortinum.

LOYSN 3

DAGF??RING AV VERANDI VEGI: Vegurin kann dagførast við eini eyka koyribreyt til tunga ferðslu um Sandavágsháls og ferðslutrygdartiltøk gjøgnum Sandavág og Miðvág.

Sí linjuføringina á kortinum.

TILM??LD LOYSN

Landsverk mælir til loysn 1, sum er tunnil til Sandavágs og umkoyringarvegur um Miðvág.

Jóanis Albert Nielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder