2020-10-29 21:30
Vit mugu hugsa kommunalt, heldur enn lokalt. Tað er mítt fremsta mál. Og tað er eisini nr. 2. Og nr. 3. Alt annað kann koma aftaná og leggjast undir hetta.
Vága kommuna er ein góð kommuna. Yvirhøvur hava vit tað gott og tað stendur væl til á flestu økjum. Fólkatalið veksur og kommunan er væl útbygd. Men vit merkja ov nógv togarí ímillum størru bygdirnar. Vit og tit. Vit mugu hugsa um alla kommununa, táið støður skulu takast um íløgur og tiltøk.
Hesum ynski eg at arbeiða fyri. Proaktivt. Vit skulu hava nógv ymisk og góð tilboð, til okkara borgarar. Ikki dupultfunktiónir. Vit hava ídag fleiri tilboð td. ítróttur, Listastovan, ungdómshús, kvøldskúli v.m.
Vit skulu hava fleiri dagar í kommununi, har umhvørvið og trivnaður er í hásæti. Vit rudda bygdirnar, og hjá okkum sjálvum. Hesar dagar verður eisini skipað fyri ymiskum tiltøkum, til frama fyri trivnaðin í bygdunum. Skúli og dagstovnar verða eggjaðir til at hava ein virknan lut í hesum døgum. Á tann hátt kemur okkara ungdómur at virðismeta umhvørvið, og verða tilvitaði um at fara væl um.
Vit skulu víðka bussskipanina ímillum bygdirnar. Hetta vil gera tað lættari hjá borgarunum at koma til og frá ymsu tiltøkunum í kommununi. Harafturat er hetta gott fyri umhvørvið og minkar um útlatið frá bilunum.
Vit skulu gera fleiri gøtur til gongufólk og súkklistar. Hetta vil eisini gera tað lættari at koma til og frá hesum ymiska og eisini er hetta gott fyri heilsuna hjá okkum.
Vit skulu vetrarfriða bygdirnar.
Vit skulu fríðka bygdirnar.
Hetta eru bara nøkur boð, sum eg sjálvur kann hugsa mær. Saman kunnu vit finna nógv fleiri boð. Bara við at seta fokus á tað og gagnnýta møguleikar, heldur enn síggja forðingar í øllum.
Saman standa vit sterkari. Eg vil eisini virka fyri at øll oyggin verður ein kommuna, tí so standa vit rættuliga sterk, ímun til aðrar kommunur.
Set X við Heðin Poulsen
Set X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald