Vinna

Hugalig sjón á stø??ni í kvøld

...

2019-02-25 21:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hóast nógv alda hevur veri?? í sjónum í allan dag, so hevur lítil og ongin vindur veri?? fyrr enn í kvøld, og tí hava størru snellubátarnir veri?? til útró??rar í dag.
Báturin Sniolvur, sum brø??urnir Bergur og Michael Olsen av Sandi dríva, hevur í dag um 3500 pund.
Báturin Mary-Ann, sum Wilhelm Petersen úr Húsavík og Klæmint Nicodemussen av Sandi dríva, hevur um 4000 pund.
Ta?? vísir seg at toskurin hevur rættuliga ment seg aftur, og snellubátarnir fáa nú dagar vi?? heilt gó??um fiskiskapi.
Toskurin er væl fyri, nógva livur og fullur í rognum og sili.
Eisini er hugaligt at allar støddir eru at fáa, frá heilt stórum toski til smáfisk, hvørt um anna??.
Vit ynskja útró??rarmonnunum á Sandi gó??a eydnu, og vóna at nógvur várfiskur og sildafiskur ver??ur at fáa í ár, skrivar Sands kommuna í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder