Politikkur

Huawei málið - fær tað avleiðingar fyri KVF

...

2019-12-12 22:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Huawei málið - fær tað avleiðingar fyri KVF???


Jóhan Eli L Poulsen, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum í mentamálum, Jenis av Rana, skrivligan fyrispurning um "Huawei" málið.

Nú um dagarnar hevur nógv fokus verið rundan um sokallaða ???Huawei-málið???, har KVF hevur víst á eina upptøku, sum teir av órøttum hava tiltuskað sær, og síðani fingið fútabann fyri at miðla. Bert KVF hevði hesa upptøku. Av ókendum orsøkum er hon endurgivin í Berlingske um dagarnar, hóast fútabann er sett fyri at brúka hana.

Tað er sera skaðiligt fyri okkum sum land og tjóð, at almenna Kringvarpið soleiðis avlurtar trúnaðar samrøður og almannakunngerð tær, landi og fólki til bága. Tað er á markinum til landasvik, at stovnurin setur okkara land í ringt ljós. Stór virðir standa upp á spæl.

Spurningurin er eisini, um fólk kunnu hava álit á KVF, tá tey arbeiða á slíkan hátt.

Kringvarpsstjórin sigur í miðlunum í kvøld, at KVF hevur ikki útflýggjað upptøkurnar. Tað kann undir ongum umstøðum verð rætt. Tað kann bara vera úr KVF, at upptøkan er likin, tí bert KVF hevur atgongd til hana.

Tí hesar spurningar:

1. Fer Landsstýrismaðurin at áleggja Kringvarpsstjóranum at kanna, hvør hevur likið út upptøkuna um ???Huawei-málið???
2. Hvørjar avleiðingar fær tað fyri KVF, at teir hava tiltuskað sær upplýsingar á óvanligan/ólógligan hátt?
3. Hvussu ætlar Landsstýrismaðurin at tryggja sær, at tað framyvir ikki verður miðlað út av statsgoldnað stovninum, KVF, upplýsingar, ið kunnu seta landsins virði og trúvirði í vanda?

Jóhan Eli L. Poulsen
Løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder