Ítróttur

HSF: Dragan Brljevic hevur sagt seg úr starvinum sum venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum

...

2021-12-01 11:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Dragan BrljevicHSum hevur verið venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, hevur av heilsuávum sagt seg úr starvinum.


Tað verður fyribils Sonni Larsen, sum tekur við starvinum og kemur at standa á odda fyri liðinum restina av EM-undankappingini. Finnur Hansson heldur fram sum hjálparvenjari. Sonni var landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum frá 2017-2021 og leiddi liðið ígjøgnum tvær HM-undankappingar og tvær EM-undankappingar.

Føroysku kvinnurnar hava 4 dystir eftir í EM-undankappingini. Í mars spæla kvinnurnar úti- og heima móti Eysturríki og í apríl heima móti Rumenia og úti móti Danmark.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder