Politikkur

Hoyvíkssáttmálin møguleiki ella bági

...

2019-12-17 20:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú hava vit møguleikan at rætta uppá ???slagsíðuna??? í  Hoyvíkssáttmálanum.


Hoyvíkssáttmálin (íslendskt: Hoyvíkursamningurinn) er mest umfatandi sáttmáli Føroyar hava við aðra tjóð. Við Hoyvíkssáttmálanum frá 2005 gjørdust Føroyar og Ísland eitt felags búskaparøki. Hetta merkir, at tað við ávísum undantøkum er fríur flutningur av kapitali, vørum, arbeiðsmegi og tænastum millum londini bæði.


Soleiðis stendur skriva um Hoyvíkssáttmálan á Vikipedia, gævi at tað var satt, men veruleikin er ein heilt annar.


Á fleiri økjum virkar sáttmálin bert annan vegin, og tá altíð til fyrimun fyri Ísland.


Orðabókin (sprotin) sigur um fríhandil.


1 loyvi til frítt at kunna reka handil, fríur handil, móts. einahandil, Føroyar fingu fríhandil í 1856


2 millumtjóða handil uttan toll (el. aðrar forðingar), fríhandil er innan fyri ES


Stk. 2 er áhugavert, tí har stendur ???uttan toll (el. aðrar forðingar)???, hetta ???aðrar forðingar??? hevur Ísland duga so sera væl at misbrúka, at tað enn ikki hevur borið til at fingið nakað gagn burturúr fríhandlinum við Ísland, tá um landbúnaðarvørur ræður.



Vil við hesum heita á Jenis av Rana Landstýrismann í uttanríkismálum og Føroya Landstýri nú Hoyvíkssáttmálin er til viðgerðar, um í fyrsta umfari at taka landbúnaðarvørur úr sáttmálanum, áðrenn hann ætlandi verður settur í gildið aftur. 

Tá tað er gjørt kunnu vit samráðast á jøvnum føti, um hvørjar og hvussu nógv av hvørjari vøru, vit selja til hvønn annan í fríum handli.

Tí um fríur handil ikki gongur báðar vegir, tá er tað ikki fríhandil.


Vit sóu ein møguleika í Hoyvíkssáttmálanum, men enn hevur hann bert veri ein bági.


Sigert Patursson

Formaður 

Bóndafelag Føroya 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder