2020-01-05 10:33

Hoyvík sum hevur verið á makrelveiðu vestur úr Hetlandi setti um 23 tíðina í gjárskvøldið kós á Fuglafjørð við 1200 tonsum av makreli.
Hoyvík skal landa til Pelagos í Fuglafirði. Hoyvík verður á Fuglafirði seinnapartin í dag.
Tað er eitt sindur ógreitt nær Hoyvík sleppir framat. Christian í Grótinum verður nokk fyrsta skipið sum kemur á Fuglafjørð. So teir sleppa helst at landa fyrst. Síðani kemur Arctic Voyager. Høgaberg og Hoyvík koma seinni enn hini bæði skipini, og tí sleppa tey nokk framat seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald