2019-05-22 17:05

Orð og mynd Rodmund á Kelduni: Høvuðhvít æða er sera sjáldsom í Føroyum, tað eru bert tríggjar eygleiðingar av høvuðhvítari æðu higartil.
Fyrsta skrásetingin av høvuðhvítari æðu var í Klaksvík í 1994 tá ið ein gamal steggi var sæddur um miðan apríl og út í miðan mai mánað.
Sami steggin var eygleiddur í sama umráði aftur um hálvan mai 1995.
Onnur eygleiðing var heima á Sandi í 1996 tá ið ein ungur steggi var sæddur í juni mánaði.
Triðja eygleiðingin var av einari ungari bøgu sum var sædd í Sumba í oktobur mánaði 2015, ikki kan sigast annað enn at hendan bøgan trívist í Sumba, tí hon er sædd í sama umráði hvørt ár síðan, bæði summar og vetur og 20.05.2019 sá eg hana aftur.
Høvuðhvít æða reiðrast á arktisku frostmýruni, hon er í vetrarvist framvið arktisku strondini og nakrar flyta stutta teinin suður í eystursjógvin í vetrarvist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald