Politikkur

Høvdu fund við løgmann fyri tveimum árum síðan, men einki er hent

...

2019-04-16 12:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 24. januar í 2017 var fundur í Sandavági við løgmann, har vinnan í Vágum og Norðoggjum, borgarstjórar í Vágum og Klaksvík og umboð fyri politisku valfeløgini bæði í Vágum og Norðoyggjum vóru við á fundi.

Fundurin tá var um, at tá ið komið var hartil at Vágatunnilin var útgoldin, tá vildu vágafólk og norðingar, at tað verður hildið fast um gjørdar avtalur um báðar undirsjóartunnlarnar, t.v.s. at tá Vágatunnilin var goldin, skuldi landið yvirtaka tunnilin og tað sama, tá ið Norðoyartunnilin var goldin - Norðoyartunnilin verður allur goldin í ár.

Løgmaður segði tá, at arbeitt varð við málinum, at finna eina loysn, sum skal gagna øllum samfelagnum.

Tó er einki hent síðani fundin, og goldið verður enn fyri at koyra í báðun tunlunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder