Politikkur

Hópuppsagnir í vinnuni ??? hvar blívur avtalaða hjálpin av

...

2020-05-20 11:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

So gjørdist enn ein hópuppsøgn í ferðavinnuni veruleiki! Nú má landsstýrið siga vinnuni og starvsfólkunum har, nær hjálparpakkin til ferðavinnuna kemur, og boða greitt frá, um nøkur ætlan er at leingja ALS-skipanina, og stuðulin til rakstur. Hesar skipanir eru púra avgerandi, skulu sleppa undan, at eitt stórt arbeiðsloysi tekur seg upp í kjalarvørrinum av koronakreppuni. ??ll meiningin við at standa saman um hjálpina til vinnuna, var at tryggja arbeiðsplássini.

Í morgin verða munnligir fyrispurningar í Løgtinginum, og tá fer undirritaða at spyrja landsstýrismannin í vinnumálum, um hann kann koma við greiðum boðum um:

1. Er ætlanin at leingja serligu koronaskipanina í ALS, so hon verður galdandi longur enn til 30. juni?

2. Hvussu leingi hugsar landsstýrismaðurin, at skipanin við stuðli til rakstur skal vera galdandi?

3. Nær væntar landsstýrismaðurin, at hjálparpakki 3 verður klárur og kann setast í verk?

Seinastu vikurnar hava fleiri størri uppsagnir verið í privatu vinnuni, serliga í ferðavinnuni. Nú er Atlantsflog komið afturat røðini av fyritøkum í ferðavinnuni, sum siga fólki úr starvi, og ikki færri enn 90 fólk verða uppsøgd hjá almenna flogfelagnum. Fleiri aðrar fyritøkur umhugsa tað sama. Uppsagnartíðin fyri sáttmálasett størv er oftast fleiri mánaðir, og tí er avgerandi, at vinnan so skjótt sum til ber veit, hvussu leingi stuðulskipanirnar fara virka, og hvørji átøk møguliga eru ávegis, at bjarga arbeiðsplássum á teimum stóru vinnufyrtøkunum.

Serstaka COVID19-skipanin í ALS fer sambært lógini úr gildi 30. juni - tað er um fáar vikur. Stuðulsskipanina til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19 hevur landsstýrismaðurin heimild at seta úr gildi við kunngerð. Tá skipanin kom, var hon eisini ætlað at vera galdandi tríggjar mánaðir, og enn eru eingi boð komin um, hvørt ætlanin er at leingja hesa. Henda skipan er tí best egnað til smærri fyritøkur. Tað hevur alla tíðina verið arbeitt út ífrá, at neyðugt var við eini munadyggari hjálp til størri fyritøkurnar, skal tað eyndast at bjarga arbeiðsplássum í hundraðtali.

Og arbeitt verður við einum hjálparpakka afturat, sambært løgmanni. Enn hava flokkarnir á tingi tó ikki havt høvi at kunna seg um innihaldið, men størstan týdning hevur tað, at vinnan veit, hvat hon kann rokna við, serliga ferðavinnan, nú boðini á seinasta tíðindafundinum vóru, at ætlanir enn ikki eru at lata upp fyri ferðing frá grannalondum, heldur ikki teimum, ið eru smittufrí. Tað merkir, at ferðavinnuárið 2020 so gott sum er farið fyri skeytið, og nú er at standa saman um, at meginparturin av arbeiðsplássunum ikki fara sama veg.

Bjørt Samuelsen

forkvinna í vinnunevndini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder