Mentan

Holocaust minningarløta

...

2016-01-25 16:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hósdagin 28. januar kl. 19.30 verður Holocaust minningarløta í ??STR??M. Tey á Váli fara at syngja og føroyavinurin Omri Galperin fer at hugleiða um Holocaust.

Í sambandi við altjóða minningardagin um Holocaust, skipar Vinafelagið Føroyar-Ísrael fyri minningarhaldi í ??strømhóskvøldið 28. januar kl. 19.30.
Ísraelsmaðurin Omri Galperin, sum er sannur føroyavinur, fer at greiða frá um Holocaust og hvønn týdning tað hevur fyri Ísrael og okkum øll, at hesin sorgarleikur ikki verður gloymdur.
Høvuðsendamálið við at minnast ræðuleikarnar í Evropa í Seinna heimsbardaga, er, at upplýsa yngru ættarliðini um krígg og fólkadráp, so at tílíkt ikki fer at endurtaka seg.
Vinafelagið Føroyar-Ísrael fegnast um, at føroyska skúlaverkið nú undirvísir um Holocaust og fólkadráp yvirhøvur. Vónandi virka øll tiltøk hesum viðvíkjandi ímóti, at sorgarleikir sum Holocaust fara at endurtaka seg.

??ll eru vælkomin til hesa serligu minningarløtu.

Les meira á: shalom.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder