2019-04-09 21:08
Tjóðveldi hevur á innanhýsis fundi í dag tosað um tað sum hendi í vikuskifitnum, tá ið Anita á Fríðriksmørk kallaði tingformannin Páll á Reynatúgvu fyri ein stóran egoist og psykopat.
Formaðurin í Tjóðveldinum var í kvøld í Degi & Viku.
Høgni Hoydal formaður sigur, at málið er keðiligt fyri øll. Málið er persónligt millum Anitu og Páll.
Høgni er sannførdur um, at Páll og Anita fáa arbeitt víðari fyri flokkin.
Málið er ikki eitt politiskt mál - slær hann fast.
Høgni hevur ikki viðgjørd málið sum eitt politisk mál, men eitt persónligt mál svarar hann tá ið hann verður spurdur, um tað fær nakrar avleiðingar fyri Anitu.
Spurningurin er nú hvussu vit koma víðari, sigur Høgni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald