Politikkur

Høgni Hoydal og makrelmálið

...

2020-08-27 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í sendingini ???Tá makrelurin broytti Føroyar??? týsdagin, fekk Høgni Hoydal tað til, at tað var Tjóðveldi, sum tók stig til at krevja størri makrelkvotu til Føroyar, og at undirritaði beinleiðis var ímóti ætlanini.


Høgni Hoydal er vanur at fara lætt um sannleikan, men tá hann roynir at reingja søguna um makrelmálið, er neyðugt at tala at, hóast tey flestu vita, hvat veruliga fór fram.

Undirritaði bleiv landsstýrismaður í fiskivinnumálum í sept. 2008 í seinni ABC-samgonguni, tá CHE-samgongan fór í søguna eftir klandur um eina skrivstovu í Tinganesi.

Tjóðveldi hevði tá umsitið fiskivinnumál. Tá eg kom í Fiskimálaráðið var ongin fyrireiking gjørd fyri at krevja størri makrelkvotu. Makrelur var ikki nevndur við einum orði.

Leikluturin hjá Tjóðveldi í Fiskimálaráðnum í 2008 var merktur av ætlanini at beina fyri heimaflotanum. Vit minnast øll hendingina í august 2008, tá stórur partur av heimaflotanum stevndi inn á Havnina at mótmæla politikkinum hjá Tjóðveldi.

Ein mánað eftir at eg var komin í Fiskimálaráðið, síðst í okt. 2008, var gamla makrelavtalan endurnýggja at vera galdandi fyri 2009.

Sum eg greiddi frá í nevndu sending, gjørdi kjakið um suður- og norðurkvotu saman við íslendska fiskiskapinum eftir makreli, at eg í januar 2009 tók avgerð um at fara undir eina tilgongd at krevja størri makrelkvotu til Føroyar.

2009 bleiv m.a. brúkt til at fyrireika nýggju støðuna og til at boða okkara samstarvspartnarum frá, at vit fóru at krevja ein størri part av makrelkvotuni.

At byrja við vóru øll samd. Men tá vit fóru úr makrelavtaluni í 2010 og ásettu okkum eina makrelkvotu á 85 tús. tons, var undirtøkan nærum ongin.

Tjóðveldi, saman við øðrum, tóku ikki undir við ætlanini, og mældu til at Føroyar skuldu verða verandi í makrelavtaluni og áseta sær eina royndarkvotu á 20 tús. tons í føroyskum sjógvi.

Tjóðveldi skírdi ætlanina fyri at vera ???fólkafloks cowboy-politikk???.

Tjóðveldi átti ongan leiklut í makrelmálinum, burtursæð frá nøkrum fáum mánaðum í 2011, tá ???makrelsamgongan??? sat við valdið.

Jacob Vestergaard

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder