2018-08-15 21:10
Í dag er tað komið fram, at Høgni Hoydal ikki hevur fylgt tilmælinum frá metingarnevndini. Hann hevur, í teirri politisku viðgerðini, tikið 17,2% av tilmæltu kvotunum, til ein 10. umsøkjara. T.v.s. at ongin av teimum útvaldu hevur fingið tað, sum metingarnevndin mælti til. Harvið hevur hann beinleiðis sagt ósatt fyri føroya fólki.
Nú veit eg ikki, hvør hevur verið á fundi á Gamla Apoteki, men eitt er vist: Suðuroyggin hevur verið illa umboðað. Suðuroyggin líkur allar tær treytir í lógini og kunngerðini, sum Høgni Hoydal hevur tosað um, men lítið er komið til Suðuroynna.Eg havi áður nevnt um framkomna virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sum ikki var ímillum tey útvaldu, men tað eru eisini aðrar áhugaverdar umsóknir úr Suðuroynni, sum ikki eru slopnar gjøgnum nálareyga hjá metingarnevndini. Eitt felag í Vági, sum hevur eina sera góða verkætlan, til m.a. at virðisøkja svartkjaft, var heldur ikki ímillum tey útvaldu.
Hvar eru samgongupolitikararnir úr Suðuroynni?
Jacob Vestergaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald