Politikkur

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri hitt skotska fiskimálaráðharran

...

2018-10-02 15:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri hevur í dag hitt Fergus Ewing, skotskan fiskimálaráðharra til fundar í Edinburgh.

Fundurin var liður í menningini av tætta sambandinum, sum hevur verið millum bæði Føroyar og Bretland, eins og Føroyar og Skotland seinastu árini síðan Brexit.

Á fundinum umrøddu teir báðir ráðharrarnir viðurskiftini millum Føroyar og Skotland sum grannalond í Norðuratlantshavi. Teir vóru samdir um, at tað er týdningarmikið at styrkja bondini millum Føroyar og Skotland, báðum londunum til frama.

Ráðharrarnir umrøddu støðuna í mun til Brexit, eins og strandarlanda-samráðingarnar, sum byrja í London í komandi viku. Á fundinum kunnaði Høgni Hoydal eisini um føroysku fiskivinnunýskipanina. Hann greiddi millum annað frá týdninginum, sum virðisøking av fiskatilfeingi hevur fyri føroyska samfelagið og hvussu hetta er eitt av endamálunum við fiskivinnunýskipanini. Føroyska fiskivinnunýskipanin hevði stóran áhuga hjá skotska fiskimálaráðharranum og greiddi Fergus Ewing frá, at skotar eisini umrøddu, hvussu farast skuldi fram, fyri at gera tað møguligt hjá fleiri aktørum at koma inn í skotsku fiskivinnuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder